Sambært veðurmanninum í Miðlahúsinum, so verður framvegis lýtt veður. Í morgin verður gul til stívt andøvsgul við sólglottum, meðan tað seinnapartin verður stívt andøvsgul av suðuri og regn av og á. Hitin í morgin verður millum fimm og átta stig, meðan hann fríggjadagin verður millum níggju og tólv stig.
Hoyrið veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen niðanfyri: