Framvegis lítil munur

Serbia er frammanfyri, men munurin í hondbóltslandsystinum á Hálsi í Havn er ikki stórur.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki er munurin tvey mál, eftir at Serbia fyrra partin av 2. hálvleiki hevði økt um leiðsluna, sum í steðginum var eitt mál, og til fýra mál.

Enn er møguleiki fyri, at talan síðstu løtuna skal gerast um stórtap, men talan verður ongantíð um sama slag av skrædli, sum tað mikukvøldið var í Serbia.