Eitt djúpt lágtrýstí ein landnyrðing úr Føroyum fer í ein eystan, og týsdagin fer ein hátrýstsryggur framvið av vestri. Mikudagin fer eitt nýtt lágtrýst fram við norðan fyri Føroyar, men seinni í vikuni mennist eitt rættiliga sterkt hátrýst sunnan fyri Ísland og køld luft streymar fram av útnyrðingi og norðri.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum eitt skifti makar nakað, men seinni øtlar aftur í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 1 og 5 stig, út á dagin tó meiri skýggjað og møguliga regn ella ælaveður. Mikunáttina verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og eitt skifti regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, seinni vestri, 8 til 13 m/s. Tað klárar í, tó okkurt ælið og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina frískar hann hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur klárt, men eitt skifti ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum so líðandi makar niður í gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt ælið, sum fra líður vátaslettingur. Hitin um dagin millum 5 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini vátaslettingur ella kavaæl. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Sólglottar og okkurt vátaslettings- ella kavaælið. Hitin um dagin um 4 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.