Framvegis ivi um íslendska bankakervið

-Bankakervið í Íslandi er framvegis í andingartólinum. Landið er tyngt av stórari skuld, og tað er stórur ivi um tað veruliga virðið á trygdini aftan fyri lánini til bæði vinnulívið og privatfólk.

Tað skrivar Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka, í einari grein í næstu útgávu av finans/invest, sum Jyllands-Posturin endurgevur í dag.

Í greinini lýsir fyrrverandi bankastjórin bankakreppuna í Íslandi, og hvussu naklrir lutfalsliga fáir opportunistiskir vinnulívsmenn kundu draga ein heilan landsbúskap út av eggini.

Jørn Astrup Hansen var við til at greina ta íslendsku bankakreppuna, og hann gjørdist ovfarin av fleiri viðurskiftum.

-Tað, sum gjørdi meg mest ovfarnan, var, hvussu nógv bankarnir høvdu lænt sínum høvuðspartaeigarum og egnum starvsfólki. Tað undraði meg eisini, at bankarnir í stóran mun vóru við til at fíggja høvuðspartaeigararnar í bankum, sum teir kappaðust við. Harafturat var eg ovfarin av, hvussu nógv lán bankarnir høvdu latið uttan trygd, sigur Jørn Astrup Hansen sambært Jyllands-Postinum.