Veðrið er nú av tí allarbesta, men kortini er ikki ráðiligt at skunda sær ov nógv í ferðsluni á veg heim.
Landsverk boðar nevniliga frá hálku um so at siga alt landið.
Heilt ítøkiliga er talan um Gjáarskarð og í Runavík á Eysturoynni, Tjørnuvíkarvegin, Streymnes, Høgareyn og í Kaldbaksbotni á Streymoynni, á Hálsi í Sandavági og í Vatnsoyrum í Vágum, í Brekkuni Stóru í Sandoy, og í Hvalba og á Porkerishálsi í Suðuroy.
Í kvøld fellur hitin niður móti frostmarkinum og vit fáa væntandi vátasletting ella heglingsæl. Í morgin verður eisini kalt, millum 1 kuldastig og 3 hitastig, gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, og vátaslettings- ella kavaæl.