Framvegis høgrastjórn í Estlandi

Tjóðartingsvalið í Estlandi í gjár gav onga broyting í landsins politisku leiðslu. Samgongan heldur fram, og Andrus Ansip heldur fram sum forsætisráðharri. Tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar í gjárkvøldið, hevði samgongan við Nýskipanarflokkinum og flokkinum IRL fingið 56 av teimum 101 tingsessunum og sostatt tryggjað sær framhaldandi meiriluta.

Andrus Ansip, ið heldur fram sum forsætisráðharri, segði í gjárkvøldið, at valúrslitið vísir, at fólkið tekur undir við búskaparpolitikkinum hjá stjórnini, og at hon eigur at halda fram við sama politikki.

Valið í gjár royndist Sosialdemokratunum sera væl. Flokkurin fekk 19 tingsessir ella 10 fleiri enn á seinasta vali. Størsti andsrtøðuflokkurin er tó framvegis tann vinstrasinnaði Miðflokkurin, sum fekk 26 umboð í tjóðartingið.