Landsstýrismaðurin í mentamálum væntar kortini, at kirkjan verður yvirtikin á ólavsøku sum ætlað. Samgonguflokkarnir eru ikki samdir um, nær kirkjan skal yvirtakast. Flokkarnir umrøddu málið í dag, men har fekst ikki semja, tí Sambandsflokkurin vil málið útsett.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin halda hinvegin, at kirkjan skal yvirtakast á ólavsøku.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, segði eftir samgongufundin í dag, at hann hevur framvegis vónir um, at kirkjan verður yvirtikin á ólavsøku sum ætlað.










