Nú viðrar betur hjá uppisjóvarskipunum, sum hava fingið nakað av makreli, sum tey landa í Noregi Tróndur í Gøtu kom í gjárkvøldið til Tranvåg í Noregi við 160 tonsum av makreli, sum teir høvdu fingið millum 2 og 3 stig eystur og millum 60,30 og 61 stig norður.
Saksaberg var leygardagin í Noregi og landaði 190 tons av makreli. Prísurin er framvegis góður. Saksaberg fekk 12,06 norskar krónur fyri kilo.
Veðrið hevur verð vánaligt mesta partin av oktober, ikki bara her í Føroyum, men eisini á leiðini har uppisjóvarskipini fiska. Nú eru vit komin í ein nýggjan mánað, og veðrið er nógv batna, skrivar reiðaríið Vinnan á heimasíðu síni.