Vakthavandi á politistøðini kann bert fegnast um, at einki hevur verið at gjørt hjá politinum higartil um jólini, og at fólk hava skikkað sær avbera væl. - Nei, her er einki at frætta, segði vakthavandi, tá portalurin tosaði við hann annan jóladags morgun.
Einki út yvir tað vanliga er hent um jólini, og tað merkir, at løgreglan ongantíð er boðsend til nakran ófrið ella annað týðandi um jólini higartil.
- Tað einasta er okkurt við, at onkur er dottin á onkum ellisheimi ella onkur hevur boðað frá, at hava mist fartelefonina, men annaars er einki at skriva heim um enn hesi jólini, sigur vakthavandi.
Hann sigur kortini, at higartil eru vit bert komin til annan jóladags morgun, og at dagurin og kvøldið og náttin enn standa fyri durum, Hann sigur eisini, at bloti er við at kom í kavan, so møguliga verður okkurt at frætta seinni.
Men »so far so good« hesi jólini.









