-Vit hava eingi tíðindi viðvíkjandi heilsuni hjá formanninum, og alt er, sum tað plagar at vera, sigur norðurkoreanski embætismaðurin Ho-nyeon sambært Reuters. Hann sigur, at teir almennu fjølmiðlarnir hava sítt fasta tilfar, og at heimlig og millumtjóða tiltøk verða avgreidd sum vanligt.
Men tað er ein sannroynd, at tann 66 ára gamli norðurkoreanski leiðarin hevur ikki víst seg alment síðani í august, og tað hevur elvt til nógvar gitingar. Seinasta leygardag skrivaði tað størsta blaðið í Japan, at ein kunngerð var á veg úr Norðurkorea, og at sambært henni er Kim Jong-il deyður ella koyrdur frá.
Men tey tíðindini avsannaðu vælvitandi keldur í Beijing í gjár. Kinesisku keldurnar siga, at tosið um kvett í Norðurkorea ella at Kim Jong-il er deyður, er tann beri heilaspuni.
Tað var tann 14. august, at Kim Jong-il seinast var at síggja alment, og tað vakti stóran ans, at hann var ikki hjástaddur, tá Norðurkorea hátíðarhelt sín 60 ára dag tann 9. september.
Kim bleiv tilnevndur eftirmaður hjá pápa sínum, Kim il-Sung, longu í 1980, og hann hevur sitið við valdið síðani 1994. Alment er eingin tilnevndur at taka við eftir hann. Summi vænta, at tað verður ein av teimum trimum synunum, sum hann eigur, men onnur vænta, at tað verður svágurin Jang Spng-taek. Ein møguleiki er, at ein av teimum máttmiklu generalunum tekur við.