Framvegis einki nýtt

Leitað hevur verið allastaðni fram við landinum í dag í Hestfirði, Vestmannasundi og fram við vágalandinum uttan úrslit. Nógvir av smærru bátunum hjá bjargingarfeløgunum í landinum hava í dag leitað fram vi landi í Hestfirði, Vestmannasundi og fram við vágalandinum.

Bjargingarfeløgini í Vestmanna, Vágum, Tórshavn og av Eiði hava leitað við smærri bátum, meðan Brimil og Hvidbjørnen somuleiðis hava tikið lut í leitingini.

Somuleiðis hevur skjóttgangandi báturin, Tornado, leitað bæði í gjár og í dag.

Av MRCC verður sagt, at bjargingarfeløgini nú eru um at verða liðug við leitingina fram við landi, o at Brimil og Hvidbjørnen halda fram til tað verður myrkt.

Síðani verður leitingin steðgað, og so má støða takast til, um gjørt verður meira, nú so væl er leitað, verður sagt av MRCC.