Framvegis einki avfall í væntu

Avfallsøki beint sunnan fyri Føroyar flyta seg í ein norðan, men vikna. Komandi vikuna liggur eitt stórt lágtrýstsøki nærum í stað um bretsku oyggjarnar og Norðsjógvin. Samstundis mennist ein hátrýstsryggur sunnan fyri Ísland. Frá mikudeggnum streymar kaldarli luft oman yvir Føroyar av landnyrðingi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og skýggjað, men mánakvøldið møguliga regn. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Fyri tað mesta turt og í løtum sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og møguliga sól. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 7 og 9 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, sum fer í ein norðan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og fyri tað mesta turt. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina eitt lot av norðri, undir 6 m/s, og fyri tað mesta klárt. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður sum frá líður lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og fyrst nakað av sól, men út á dagin skýggjað. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og møguliga regn, seinni klárar í og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, su makar niður í eitt lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin um 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, turt, men sum frá líður skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.