Framvegis eingin semja um makrelin

Samráðingarnar um makrelin, sum hava verið í Ålesund hesa vikuna, bóru ikki á mál, men partarnir eru samdir um at hittast aftur í Reykjavík um ein mánað. ES, Føroyar, Ísland og Noreg hava luttikið í samráðingunum í Ålesund. Harafturat var Russland við sum eygleiðari, tí Russland hevur stór áhugamál viðvíkjandi makrelveiðuni í altjóða sjógvi.

Eingin semja fekst um umsiting av makrelstovninum 2010 undir samráðingunum millum strandarlondini ES, Føroyar og Noreg, sum vóru í heyst. Tá snúði ósemjan seg um býtið av stovninum og um atgongdina at fiska hvør hjá øðrum.

Stóra makrelveiðan í Íslandi seinastu trý árini setti eisini sín dám á samráðingarnar í 2009, og undir seinasta samráðingarumfarinum í Edinburgh gjørdu ES, Føroyar og Noreg av at bjóða Íslandi við til eitt nýtt samráðingarumfar.

Samráðingarumfarið í Ålesund er fyrsta av sínum slag, har fýra partar sita við samráðingarborðið. Fiskimálaráðið skrivar á heimasíðu síni, at einki ítøkiligt úrslit um framtíðar býtið av makrelstovninum spurdist burturúr hesaferð, men partarnir høvdu høvi at leggja fram síni sjónarmið.

Partarnir avtalaðu at møtast aftur í Reykjavík 19. og 20. apríl.