Framvegis eingin nýggjur koronatilburður

69 kanningar vórðu gjørdar í gjár, men eingin av teimum kannaðu høvdu koronasmittuna

Nú eru í alt 8.779 kanningar gjørdar, síðani byrjað varð at kanna fyri korona. 

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. 

Eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2.509 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.