Tað eru bert tveir mánaðir til 1. mai, tá ið siglingin til Mykinesar eigur at byrja, men enn eru ongar ætlanir fyri mykinesleiðina, sigur Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Strandferðslan hevur seinastu fimm árini útveitt Mykinesleiðina til privat at reka, men tá freistin at bjóða upp á leiðina var úti 1. februar í ár, hevði Strandferðslan bara fingið eitt tilboð – sum stovnurin ikki góðtók. Tí veit í løtuni eingin, hvat fer at henda við Mykinesleiðini, tá hon skal byrja at sigla aftur 1. mai.
Hetta er ein stórur bági fyri bygdafólkini og vitjandi og vinnu sum heild, heldur Aimé Jacobsen.
- Fólk og vinna eru ørkymlað og vita ikki, um tey eru keypt ella seld! Verður tað loftvegis sambandi við tyrluni, ið tekur 15 ferðandi, ið verður álitið í summar hjá mykinesfólki, teimum mongu ferðagestunum og teimum, ið hava tilknýti til oynna annars, spyr hon.
Hon harmast um, at tað eftir øllum at døma ikki verður Jósup, sum skal røkja siglingina í ár. Hon vísir á, at tey hava verið væl nøgd við skipið, sum er bygt serskilt til Mykinesleiðina.
- Eingin bátur í landinum er so væl egnaður til siglingina, og bæði Strandferðslan, mykinesfólk og ferðafólk hava verið stak væl nøgd við siglingina hjá Jósupi. Veitarin hevur veitt eina góða tænastu og fingið tað at borið til, sigur hon.
Hon heldur tað vera bæði undranarvert og skilaleyst, at Samferðslumálaráðið og Strandferðslan ikki longdu sáttmálan í nóg góðari tíð, tá ið tað var greitt, at eingin onnur og betri loysn var funnin.
- Vælsignaðu tit, ið eiga at skipa fyri. Latið ikki óvissuna ráða, men gerið skjótt av at finna loysnina! Man tað ikki enn bera til at leingja gamla sáttmálan við smápartafelagið Mykines, spyr borgarstjórin í Sørvágs kommunu.