Framvegis ein í senn

GÍ-spælararnir vóru sum vera man sera væl nøgdir, tá teir komu úr skiftirúminum í HB-húsinum. Fyri fleiri teirra var talan um fyrsta sigurin í Gundadali yvirhøvur, og sum bonus førdi hesin sigurin oddasessin við sær.
 Um tú spyrt meg, nær vit vunnu her seinast, so veit ikki heilt. Men tað skal eingin ivi vera um, at vit komu her eftir sigrinum, segði Áslakur R. Petersen.
Tað sá út til, at tit løgdu hart út í eini roynd at taka HB á bóli?
 Ja. Og tað var eisini ætlanin. Vit vildu taka teir hart og kontant, og tað haldi eg eisini eydnaðist sera væl fyri steðgin.
Tit hava støðugt tosa um at taka ein dyst í senn, men nú eru tit so fremstir. Er tað ikki nakað, sum tit onkursvegna byrja at hugsa um?
 Tað gera vit kanska onkra staðni í bakhøvdinum, men tað er so ikki ætlanin. Vit taka framvegis ein dyst í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur. Eru vit framvegis fremstir, tá 27 umfør eru farin, kunnu vit kanska tosa um FM!