Eitt uppskot um at seta deyðarevsing úr gildi í amerikanska statinum Kailfornia varð vrakað á fólkaatkvøðu í gjár. 46,4 prosent tóku undir við uppskotinum, men 53,6 prosent vóru ímóti.
Deyðarevsing varð sett í gildi í Kalifornia í 1978, og síðani eru 13 deyðadømdir fangar tiknir av døgum har. Í fongslunum eru 729 fangar, sum hava fingið deyðadóm, og sum bíða eftir at verða avrættaðir.
Teir nógvu fangarnir kosta Kalifornia fleiri milliardir dollarar, tí eftir lógini rindar staturin 99 prosent av øllum løgfrøðiligum útreiðslum hjá deyðadømdum fangum. Harafturat rindar staturin allar kanningar, sum løgreglan ger í sambandi við rættarmálini ímóti fangunum.
Sambært myndugleikunum kostar ein deyðadømdur fangi statinum tríggjar ferðir meiri enn aðrir fangar.