##med2##
Framtíðin er spennandi, og tey framstig vit hava gjørd hesi næstu árini, fer at halda fram. Tað sigur Hallur Danielsen í Hondbóltssambandinum.
Danska TV2 er nógv burturúr, at høgri vongurin hjá týska bundesligaliðnum, Füchse Berlin, Hans Lindberg ikki fer at leingja uppihaldið í týska høvuðsstaðnum og tey nevna, at avloysarin hjá Hans Lindberg verður føroyski landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum.
Hákun hevur sáttmála við Skanderborg Århus fram til summarið 2024, men sambært TV2 hevur Hákun eina treyt í sáttmálanum, ið loyvir honum at skifta lið eitt ár áðrenn sáttmálin gongur út. Felagið hjá Hákuni, Skanderborg Århus hevur ikki váttað tíðindini og tað hevur Hákun heldur ikki. Men Hallur Danielsen sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at tað er rættiliga gott hald í søgunum. Hann vísir á, at topplið í Týsklandi hava víst áhuga fyri Hákuni og eitt av hesum liðunum er nettupp Füchse Berlin.
Hann sigur, at føroyskur hondbóltur hevur tikið stór fet fram á hesi seinastu árini og at Hákun er ein tann besti leikarin, vit hava. hann sigur, at uttanlands fylgja tey væl við í føroyskum hondbólki og úrslitini, vit hava rokkið, hava vakt ans. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hall Danielsen greiða frá á FM1.