VINNA
Framtaksgrunnur Føroya og Notio hava avgjørt at seta eina millión krónur í part í Guðrun & Guðrun Sp/f. Í tíðindaskrivi verður sagt, at hesar báðar milliónirnar skulu verða við til, at Guðrun & Guðrun nú verða førar fyri at satsa enn meira upp á altjóða marknaðin. G&G fara longu í ár at styrkja sína støðu á teirra núverandi høvuðsmarknaðum, Japan og Norðanlondum. Næsta ár fara tær at fokusera á amerikanska marknaðin.
Guðrun Rógvadóttir, ið er tann av Guðrunum báðun, ið tekur sær av marknaðarføringini, sigur við Sosialin, at tað er neyðugt at betra marknaðarføringar- og sølutilfarið, um tú vilt síggjast í eini
stongdari mótaverð. Í tí dýra endanum er ikki nóg
mikið við eini góðari vøru við bakgrund í dygd og gomlum handverki. Søgan aftanfyri vøruna
skal eisini kunna seljast.
Guðrun Rógvadóttir væntar, at tað verður torført at koma inn á marknaðin í USA. Ætlanin er tó at royna seg fyrst í New York heldur enn t.d. Los Angeles, m.a. av tí at veðurlagið í New York hóskar betur til bundin pløgg. Tað sama er galdandi fyri t.d. Ongland, har Guðrun og Guðrun eisini kundu hugsað sær at vunnið ein part av marknaðinum.
Tó verða vørur Guðruni og Guðruni longu seldar í sølubúðini, sum danska Helena Christensen – ið er best kend sum fotomodell - sjálv onnur eigur í New York. Guðrun Rógvadóttir, greiðir frá, at hon veit um, at Helena Christensen eigur troyggjur frá teimum og gongur í teimum viðhvørt, men at hon enn ikki veit um, at Helena Christensen er avmyndað í teimum til eina frumframførdslu ella líknandi tiltak. Ein tílík mynd hevði uttan iva givið søluni og marknaðarføringini eitt skump rætta vegin, metir Guðrun Rógvadóttir.
Áhugi í Japan
Spurd hvussu tað ber til, at tað júst er tann japanski marknaðurin, umframt tann norðurlendska, ið Guðrun og Guðrun hava klárað seg væl á, sigur Guðrun Rógvadóttir, at tílíkt avgera viðskiftafólkini.
- Áhugin er stórur í Japan, serliga tí tað er handbundið. Føroyar eru eisini eksotiskar fyri japanarar, og so er tað søgan afturat, greiðir Guðrun Rógvadóttir frá, ið sum nevnt leggur stóran dent, at teirra kundar vilja hava meira enn bara eitt klæðnaplagg. Søgan aftan fyri pløggini skal eisini vera við.
Spurd, um tað ikki eisini merkir, at tær noyðast at fáa fleiri kvinnur - higartil eru bara kvinnur - at binda fyri seg, svarar Guðrun Rógvadóttir játtandi.
- Men hetta er tað, eg kalli ein ein positivur trupulleiki, sigur hon, tí higartil hava tær nóg mikið av fólki at binda fyri seg. Hon dugir ikki at siga nágreiniliga, hvussu nógvar kvinnur binda fyri Guðrun og Guðrun, av tí at hetta kann skifta eitt sindur, men talan er um føroyskar kvinnur, sum búgva í Føroyum. Tó kann hugsast, at tær báðar Guðrunar kunnu noyðast at leita sær út um Føroyar at finna bindikonur, men at tær ikki fara at biðja tilvildarliga arbeiðsmegi at virka teirra vørur.
Guðrun Rógvadóttir avgjørdi herfyri at arbeiða fulla tíð í fyritøkuni, eftir at hava tikið sær av marknaðarføringini eftir at hava arbeitt í eini 6 ár á øðrum virki. Men á nýggjárinum segði hon upp, seldi øll síni partabræv í hesum virki, og fór at nýta alla tíðina til Guðrun og Guðrun.
Tí sigur hon seg fegnast um, at áhugi er fyri at seta pening í fyritøkuna.
Umframt Framtaksgrunnin og Notio, setti íbirtingarfelagið SET p/f somuleiðis pening í fyritøkuna fyri nøkrum árum síðani og hevur virkað sum sonevndur strategiskur partnari.