Tær kr 93.000.000, sum Framtaksgrunnurin ikki í løtuni er førur fyri afturgjalda til landsstýrið, skjýtur landsstýrismaðurin upp skulu konverterast til at geva uml. kr 2.000 til hvønn føroying sum gáva í form av partabrævi (slík gáva er skattskyldug inntøka) ? álvaratos ? hvat er tað vert fyri hesar 48.000 føroysku sálirnar??
Landskassin fær um ikki annað helvtina innaftur sum skattur, tí gávan er skattskyldug
Hvat verður søluvirði av Fiskavirking aftan á at gávan er effektuerað?
Við einum ? eftir hesum uppskoti ? uttan iva veingjaskotnum Føroya Fiskavirking við umleið 48.000 partaeigarum, verður sera áhugavert at síggja, hvussu nógvir ? um nakar yvirhøvur, verður áhugaður at hyggja í eitt søluprospekt umrøðandi Føroya Fiskavirking; tað verið seg føroyingur ella útlendingur.
Ímyndið tykkum eisini sirkusið á hvørjum ári, tá aðalfundir verður ? tað verður ein sera kostnaðarmikil aðalfundur og ikki sørt skemtiligur.
Álvaratos ? er tað ikki upp á hægstu tíð at tit í samgonguni blíva bara eitt lítið sindur seriøsir og um ikki annað, so finnað út av, hvat tænir teimum feløgum best, ið ætlandi skulu einskiljast í framtíðini, ístaðin fyri at spæla idiot rætt og slætt við ørligum uppskotum ? og latið so nevnd og leiðslu Framtaksgrunnsins fáa arbeiðsfrið at selja fyritøkur sínar uttan politiska uppílegging ? so grunnurin m.a. verður førur fyri at gjalda tær 93 mio kr, hann skyldar aftur í landkassan sum ivaleyst skjótt fær hart brúk fyri upphæddina.










