Heilsu- og innlendismálaráðið boðar í dag frá, at Framtakið hevur fingið loyvi at stilla upp til komandi løgtingsval.
802 av innsavnaðu undirskriftunum blivu góðkendar.
Framtakið hevur boðað frá, at Hjalmar Zachariassen stillar upp fyri flokkin, meðan Sosialurin áður hevur skrivað, at Jóhan í Kollafirði eisini stillar upp fyri Framtakið.