Framtíð í Kollafirði

Føroya Tele byggir eitt lítið hús í Kollafirði, sum skal hýsa eini av framtíðar telefonstøðunum hjá felagnum

Samskifti

Kollafirði:Talan er um eina støð til sonevndan fordeilara, sum brúkast skal í samband við eitt nú ADSL linjurnar hjá Føroya Tele, sum nú verður bygt í Kollafirði, sigur økisleiðarin hjá Føroya Tele í Norðurstreymoy.
Tað stóð ein lastbilur og bíðaði, meðan ein gravimaskina fylti upp í lastina, hendan dagin, vit komu koyrandi framvið í Kollafirði.
?Okkurt, sum Føroya Tele skal byggja, segði lastbilførarin okkum, at teir vóru í holt við.
Jan Andreasen, økisleiðari hjá Føroya Tele í Norðurstreymoy og Norðureysturoy, greiðir frá, at talan er um eitt lítið hús, sum í veruleikanum skal flyta framtíðina nærri brúkaranum.
?Nýggja tøknin er soleiðis, at kaðalarnir kunnu ikki vera longri enn fýra kilometrar, so tí er neyðugt við fleiri sovorðnum smáum støðum ymsastaðni, greiðir hann frá.
Øll útgerðin gerst bara minni og minni í vavi, so vit eru við at ganga burtur frá størru bygningunum, sum til dømis tí, sum stendur frammi í Kollafjarðardali. Har er at kalla einki inni longur í mun til tað, sum var fyri bara fimm-seks árum síðan. Tá farið varð undir digitaliseringina, minkaði alt so, at tað mestsum sæst ikki aftur, sigur hann.
Hetta húsið, sum bygt verður í Kolafirði, er bert eitt av fleiri slíkum, sum fara at verða at síggja ymsastaðni í landinum, sigur økisleiðarin hjá Føroya Tele okkum.