Framtíðin varð seld við skipinum

Tá Sp/f Nakkur mátti selja Jógvan S., varð virði av framtíðar inntøkumøguleikum samstundis realiserað. Tað metti Føroya Rættur, sum ikki gav reiðarínum viðhald í, at endurgjald skuldi veitast fyri mistar framtíðar inntøkur

Jógvan S.

Dómur fall í dag um málið um veiðirættindini hjá Jógvan S.
Kjarnin í málinum er veiðiloyvið, sum av órøttum varð tikið frá skipinum, tí hetta upprunalgia hevði ein klausul um, at skipið ikki skuldi aftur í føroyska flotan, tá tað varð selt til Noregs á sinni.

Endurgjald fyri at liggja
Rætturin hevur síðan gjørt av, at tað var ein ólóglig avgerð, tá fiskiloyvið varð tikið frá skipinum, og tað er hetta, sum hevur ført til endurgjaldskravið. Í fyrsta lagið vildi Sp/f Nakkur hava endurgjald fyri staðfestar útreiðslur, sum stóðust av, at skipið varð lagt. Tann parturin av endurgjaldinum var 2,6 mió kr.
Hin parturin av endurgjaldskravinum var krav um endurgjald fyri mistar framtíðar inntøkur. Reiðaríðið førdi í rættinum fram, at avgerðin um at frátaka fiskiloyvið tók somikið fast fíggjarliga, at teir ikki megnaðu at reiða bátin útaftur. Teir noyddust tí at selja bátin undir umstøðum, sum vóru álíkar eini tvingsilssølu.
Sakførarin hjá fiskimálaráðnum, Eyðfinnur Jacobsen, segði, at fiskimálaráðið viðurkennir sær tapið, sum er staðfest og er sinnað at veita endurgjald fyri tað. Men hann meinti ikki, at endurgjald kundi veitast fyri eitt framtíðar tap, sum ikki er prógvað. Serliga talaði tað ímóti endurgjaldið, at reiðararíið seldi Jógvan S fyri 5,7 milliónir og sostatt frátóku sær møguleikan at vinna pening.

Framtíðin fór við søluni
Og tað var júst hetta seinasta, sum dómarin legði størstan dentin á í sínum úrskurði. Har varð staðfest, at tá reiðaríðið seldi Jógvan S., innihelt sølan eisini teir framtíðar inntøkumøguleikar, sum skipið hevði. Og at saksøkjari ikki hevði sannlíkisprógvað, at nakar inntøkumissur var umframt sølupeningin.
Hinvegin fekk reiðaríðið viðhald í teimum 2,6 mió, sum Fiskimalaráðið eisini hevði góðkent sum endurgjaldskrav. Hartil kemur prosessrenta og sakarmálskostnaður, soleiðis at samlaða rokningin til Fiskimálaráðið varð góðar tríggjar mió kr.