- Liverpool hevur eina stoltari fortíð, men Chelsea hevur eina ljósari framtíð, sigur Fernando Torres. Tá Liverpool um eina løtu fer at leika móti Chelsea, verður Fernando Torres helst í bláum leikbúna.
Sjálvur sigur Torres, at Chelsea hevur víst, at liðið er eitt av heimsins bestu, og nú hann fekk møguleikan at spæla fyri liðið, tók hann av.
- Tað liggur meiri søga aftanfyri Liverpool, men Chelsea hevur fleiri møguleikar og er í ferð við at skriva søgu. Vit kunnu siga, at Liverpool hevur eina stoltari fortíð, men Chelsea hevur eina ljósari framtíð.
Tað sigur Fernando Torres við Guardian.
Hann avgjørdi at fara úr Liverpool í byrjanini av sesongini, tí ætlaða styrkin til Liverpool-liðið ikki kom.
- Roy Hodgson kom við sínum tonkum, hættum at gera tingini uppá og við sínum taktikki. Vit skiltu kanska ongantíð, hvat hann vildi ? ella var tað hann, sum ikki skilti okkum, sigur Fernando Torres, sum annars hevur nógv gott at bera Roy Hodgson.