Framtíðin hjá flakavirkinum í Vági óviss

?Vit hava ikki havt umstøður at skipa nakra framleiðslu á flakavirkinum í Vági, men tað er kortini ein partur av framtíðarætlanunum hjá Fiskavirking, sigur stjórin

? Flakavirkið í Vági er ein partur av okkara framtíðarætlanum. Men lova nakað her og nú, tað kann eg ikki.

Sigur Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking.

Vágbingar eru farnir at ótolnast eftir at fáa arbeiði aftur á flakavirkið í Vági. Og nú hevur Vágs Býráð einmælt samtykt at geva Fiskavirking tveir mánaðir til at boða frá, hvørjar ætlanirnar eru við virkinum í Vági.

Og eru ongar ætlanir, fer Býráðið at krevja, at virkið verður tikið niður, so at grundstykkið kann liggja tókt til onnur endamál, um so skuldi verið.

Meinhard Jacobsen hevur enn ikki hoyrt frá vágbingum veit hann ikki, hvat teir vilja.

Og fyrrenn tað, fær hann heldur ikki gjørt viðmerkingar til málið.

Annarsvísir stjórin í Fiskavirking á, at tað er ikki rætt, at onki virksemi hevur verið á virkinum í Vági.

? Vit leigaðu m.a. virkið til frostgoymslu í fleiri ár. ? Og at vit gjørdu tað, skapti grundarlagið fyri tí frystihúsið, sum seinni er bygt í Vági. ? Harafturat hevur lemmavirkið í Vági leiga ein part av virkinum fyri sera rímiliga leigu og tað hevur eisini gjørt sítt til, at teir fingu møguleika at koma á føtur.

? So tað er ikki rætt at geva fólki fatan av, at vit hava bara læst dyrnar og forða fyri øllum øðrum virksemi, sigur stjórin í Fiskavirking.

Men orsøkin til, at onki fiskaarbeiði er á virkinum, er, at Fiskavirking hevur verið so illa fyri fíggjarliga, at tað hevur ikki borið til at hugsa um nakað nýtt.

? Og at lata virkið upp til vanliga framleiðslu ber ikki til, tí tað er nóg mikið av orku til tað frammaundan, umframt at virkið í Vági krevur sera stórar nøgdir fyri at tað skal loysa seg.

Men Meinhard Jacobsen sigur, at nú eru fíggjarligu umstøðurnar nógv betri og tað ger, at tað so smátt eisini fer at bera til at hugsa um aðrar framleiðslu, enn tað, vit hava nú.

? Og í tí sambandi vóni eg, at tað fer at føra við sær, at eitthvørt virksemi eisini kann fáast á føtur í Vági. ? Men enn hava vit ikki arbeitt so hart við tí málinum.

Hann vísir eisini á, at tá ið virksemið verður aftur á virkinum í Vági, hevur tað týdning, at tað er væl kjølfest, so at tað ikki skal detta niðurfyri aftur beinanvegin, tí tað er betri ógjørt.

Hann sigur eisini, at samráðst hevur eisini verið við ymsar um at leiga, ella keypa virkið.

? Men enn mugu vit so staðfesta, at enn eru vit ikki blivin samd um ein prís fyri virkið og um onnur viðurskifti, sum skulu vera ílagi, sigur Meinhard Jacobsen.