Framtíðin hjá Damor óviss

Enn er ikki greitt, hvussu verður við virkseminum hjá Damor, sum var í bynginginum á Argjum, ið brann í grund farna vikuskifti.

Stjórin hjá Damor, Per Mortensen, sigur, at í løtuni umhugsar leiðslan í Damor støðuna, og tað er nógv at hugsa um, áðrenn komið verður til nakra niðurstøðu.

Eiga grundøki á Hjalla
- Tað eru nógvir leysir endar, ið greiða skal fáast á, áðrenn vit komu kunnu gera av, hvussu verður við virkseminum hjá Damor í framtíðini, sigur Per Mortensen.
Ein møguleiki er, at Damor fer at byggja ein nýggjan handilsbygning, men Per Mortensen sigur, at einki er greitt hesum viðvíkjandi.
- Vit hava eitt grundøki á Hjalla, men um so er, at vit skulu byggja ein handilsbygning har, so er tað nakað, ið tekur eitt sindur av tíð, og tað ganga nógvir mánaðar, áðrenn ein slíkur bygningur stendur klárur, sigur hann.
Viðvíkjandi bygninginum, sum brann í grund á Argjum sunnunáttina, sigur Per Mortensen, at hvat ið skal henda við tí økinum er ikki greitt enn.
- Vit samráðast í løtuni við tryggingina um málið, men hesin spurningur er ikki avgreiddur enn, sigur Per Mortensen.