Tað er enn óvist, hvat fer at henda við bygningunum í Hoydølum, sum hava staðið tómir í nøkur ár nú. Ætlanin hevur higartil verið, at LISA og Tjóðsavnið skulu flyta inn í bygningarnar og fáa lív aftur í søguliga økið, men enn er eingin fluttur inn.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, greiddi eitt sindur frá málinum á løgtingsins røðarapalli í gjár, og Kringvarpið hevur endurgivið hann í einum ljóðbroti.
Hann vísti á, at ætlanirnar við LISA og Tjóðsavninum ikki eru skjalfestar.
– Har var eingin skjalfest avtala um, hvør skal flyta inn har. Fyri tað næsta vísir tað seg, at bygningarnir so avgjørt ikki eru í einum sovorðnum standi, at teir uttan víðari eru verdir at geva nøkrum, segði Jenis av Rana í gjár.
Ein kanning um, hvørjum standi bygningarnir eru í, hevur verið á veg leingi nú - men enn er hon ikki liðug. Ein fyribils frágreiðing er tó givin.
– Vit bíða eftir einari endaligari kanning. Hvørjum standi teir eru í, og um tað er vert yvirhøvur at lata fólk flyta inn í teir. Tað verður kannað, og vit fáa eitt endaligt úrslit skjótt, segði landsstýrismaðurin.
Fyri hálvum ári síðani spurdi Sosialurin tann tá nýggja landsstýrismannin í mentamálum, hvørjar ætlanir hann hevði við Hoydølum.
– Verkætlanin hevur gingið øgiliga seint, og vit vita lítið um smálutirnar. Vit vilja gjarna kanna avtalurnar nærri. Men vit fara ikki at taka nakað frá teimum, sum hava fingið, segði Jenis av Rana tá.
– Vit vilja hjálpa LISA og Tjóðsavninum at koma í gongd. Men um tey ikki síggja seg før fyri tí, so mugu vit hjálpa onkrum øðrum. Vit vilja bara tryggja, at Hoydalar aftur verður eitt stimbrandi stað, har fólk kunnu leita sær. Hatta er jú ein perla mitt í høvuðsstaðnum, segði hann í samrøðu við Sosialin í september í fjør.