Framtíðin hjá Áarstovu til viðgerðar í dag

Tíðindaskriv:

Norðuratlantsbólkurin er í hesum døgum á fundarferð í Jútlandi. Høgni Hoydal og Sofia Rossen byrjaðu í gjárkvøldi norðuri í Aalborg við einum væleydnaðum fundi í Grønlendska húsinum, og í dag gongur leiðin so til Aarhus, har fundur verður klokkan 17 í Áarstovu.

Ætlanin við ferðini er at kunna um virksemið hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi, og at hitta føroyingar og grønlendingar sum búgva í Danmark, so fólkatingslimirnir kunnu fáa eitt prát við útisetarnar um hvussu tey trívast, og vónandi eisini fáa nøkur góð hugskot til, hvat tey halda at Norðuratlantsbólkurin átti at arbeitt við á Fólkatingi.  

Í Áarstovu í Aarhus er, í so máta, einki at ivast í hvat fer at standa ovast á dagsskránni,
nevniliga fíggjarligu trupulleikarnar hjá Føroyingafelagnum. Støðan er so ring skilst, at vandi er
fyri at felagið dettur niðurfyri, og at føroyingar í Aarhus missa síni hús.

So er spurningurin, hvat politiskt kann gerast við tað?

“Eitt av høvuðsmálunum hjá Norðuratlantsbólkinum hevur alla tíðina verið støðan hjá
teimum mongu føroyingunum uttanlands, og ikki minst hvussu vit kunnu varðveita teirra tilknýtið
til heimlandið. Vit hava gjørt stórar kanningar, sum m.a. hava víst á, at føroysk feløg, samleiki og mentanarligt tilknýti til Føroya hava stóran týdning í hesum sambandi. Tí er eingin ivi um, at politisk tiltøk skulu gerast fyri at føroyska húsið kann halda fram, og fíggingin kann fáast í trygga legu, sigur Høgni Hoydal. Tí verður spennnandi at viðgera hetta saman við føroyingum í Aarhus.”