Hóast nýggi bygningurin ikki verður tikin í nýtslu mánadagin á 80 ára føðingardegnum hjá Landssjúkrahúsinum, kann stjórin Poul Geert Hansen sum plástur á sárið lova starvsfólki, sjúklingum og vitjandi ræst kjøt og súpan. 6. mars verður stór veitsla á Hotel Føroyum, og móttøka verður, tá nýggi bygningurin letur upp beint undan summarfrítíðini.
Meiri peningur skal til
Sjúkrahússtjórin metir verkætlanina kosta 190-200 milliónir, og av teimum eru 145 milliónir goldnar. Hesin peningur er farin til sjálvan bygningin og tunga útgerð. Poul Geert Hansen metir tó, at verkætlanin saktans kann fara uppum tær 200 milliónirnar seinni.
- Umframt restina av útgerðini skal forhøll gerast, meðan bygningarnir eisini skulu byggjast saman, so verkætlanin er ikki liðug, tá vit flyta inn, sigur sjúkrahússtjórin. Poul Geert Hansen væntar tó, at neyðugi peningurin er til taks, og fær hann illa ímyndað sær annað.
- Men tað fer altíð at vera ein politiskur spurningur og ein politisk avgerð, hvussu nógv vit fáa játtað, men í løtuni er átroðkandi at fáa pening til rakstur og útbúna, sigur Poul Geert Hansen.
Við samlaðu búskaparligu støðuni í huga kann ein sambært sjúkrahússtjóranum altíð óttast tað ringasta, men hann væntar og vónar, at verkætlanin kemur undir land í summar.
Í nýggja bygninginum eru fimm hæddir, sum sambært sjúkrahússtjóranum eru framkomnar og seta allar sjúklingin í miðdepil. Í nýggju hølunum verður nýggj seingjadeild, medisinsk kanningardeild (laboratoriið), skurðviðgerðarstovur, bráðfeingismóttøka og rannsóknarstovur.