Valskrá
Í vikuni kunngjørdi Sambandsflokkurin, hvørja leið flokkurin ætlar at ganga í sambandi við komandi løgtingsval. Flokkurin hevur kunngjørt sína valskrá ella valupplegg. Arbeitt hevur verið við hesum í longri tíð nú. Valskráin er fyrst og fremst ætlað til løgtingsvalið, sum væntandi verður komandi vár. Tá ið tað nú stundar til fólkatingsval, so kunnu partar av valskránni eisini nýtast til hetta endamálið.
Sambandsflokkurin hevur sett ríkisfelagsskapin, persónliga frælsið hjá tí einstaka og tryggjanina av vælferðini ovast á breddan til komandi løgtingsval.
-Talan er ikki um nakra beinleiðis raðfesting, men tað er greitt, at vit eitt nú meta ríkisfelagsskapin vera eina fortreyt fyri vælferðina og frælsið hjá tí einstaka, sigur Lisbeth L. Petersen, formaður fyri Sambandsflokkin.
Sambandsflokkurin leggur stóran dent á, at framtíðin hjá Føroyum eigur at liggja innanfyri ríkisfelagsskapin. Flokkurin vísir eisini á nýskipanaruppskotið hjá sær, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani. Tað uppskotið vísir heilt greitt, hvussu langt flokkurin er sinnaður at ganga innanfyri ríkisfelagsskapin.
-Ríkisfelagsskapurin er so nógv annað enn pengar, og vit ynskja als ikki at byggja samfelagið upp á ríkisveitingina, sigur Lisbeth L. Petersen.
Sambandsflokkurin ynskir ikki, at ríkisveitingin skal bera føroyska samfelagið, og ríkisveitingin skal heldur ikki vera ov stór og eigur at verða regulerað eftir tørvi.
-Í tráð við, at flokkurin fyrst og fremst vil tryggja vælferðina og samstundis ásanna vit, at tað er stórur tørvur á betringum á fleiri økjum, so síggja vit onga orsøk til at minka ríkisveitingina júst nú. Eisini tá hugsað verður um, at fíggjarlógin fyri komandi ár nærkast einum undirskoti, virkar tað mestir sum um, at vælferðin verður sett til síðis fyri fullveldinum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Eisini ynskir Sambandsflokkurin at varðveita umboðanina á fólkatingi. So at siga allir flokkar í Føroyum hava meldað út, at teir ynskja at avtaka føroysku umboðanina á danatingi við árunum, men hetta ynskir Sambandsflokkurin als ikki. Sambandsflokkurin sær umboðina á fólkatingi sum ein part av ríkisfelagsskapinum.
Møguleikar
-Sambandsfólk kenna seg sjálvandi fræls, tá ið vit nú liva í einum frælsum landi og frælsum ríkisfelagsskapi, sigur Lisbeth L. Petersen.
Sambandsflokkurin hevur sett persónliga frælsið hjá tí einstaka ovarliga á dagsskránna.
Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at í ríkisfelagsskapinum liggja so nógvir møguleikar, tá ið tað kemur til útbúgving, heilsuverk v.m.
-Sambandsflokkurin hevur altíð havt umsorgan fyri, at hvørt einstakt fólk skal hava frælsi starv, heilsuhjálp og annað. Við ríkisfelagsskapinum lata vit í veruleikanum eina hurð upp til fleiri og betri møguleikar, sigur Alfred Olsen.
Alfred Olsen ivast ikki í, at ríkisfelagsskapurin vil tryggja tað mesta persónliga frælsið.
-Í ríkisfelagsskapinum fáa vit atgongd til mestu møguleikarnar, og í ríkisfelagsskapinum faa vit samstundis atgongd til tað frælsið, sum ikki kostar nakað, sigur Alfred Olsen.
Røktarpláss og pensjón
Sambandsflokkurin hevur eisini sett almanna- og heilsumál og válskránna. Flokkurin ætlar at fáa fleiri røktarpláss í Føroyum. Samstundis ynskir flokkurin eisini, at pensjónirnar í Føroyum skulu vera á sama støði sum í okkara grannalondum.
-Sambandsflokkurin vil við fólkapensjónini tryggja, at pensjónistar fáa eina pensjón, sum teir kunna liva av, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon sigur samstundis, at Sambandsflokkurin ikki útilokar, at fólk fáa sær privatar pensjónir, men fólkapensjónin eigur at vera til at kunna liva av.
Sambandsflokkurin vil út við nøkrum tølum um, hvat alt hetta fer at kosta. Lisbeth L. Petersen sigur, at fyriliggja onkrar útrokningar, men hesar eru ikki heilt lidnar enn.
Flokkurin heldur í øllum førum, at tað ikki er eitt stig tann rætta vegin at skerja ríkisveitingina.
Sambandsflokkrurin sær fegin, at eitt nýtt landsstýri kemur til eftir næsta val, har Sambandsflokkurin er umboðaður.
Seinni í vikuni
Av skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum verður upplýst, at listin yvir valevni til fólkatingsvalið væntandi verður greiður seinni í vikuni. Flokkurin fer væntandi eisini sum skjótast at almannakunngera listan.
Eftir hvat skilst, so verður listin rímiliga stórur, og umboð úr øllum landinum vera væntandi á listanum.
Myndatekstur: -Í tráð við, at flokkurin fyrst og fremst vil tryggja vælferðina og samstundis ásanna vit, at tað er stórur tørvur á betringum á fleiri økjum, so síggja vit onga orsøk til at minka ríkisveitingina júst nú. Eisini tá hugsað verður um, at fíggjarlógin fyri komandi ár nærkast einum undirskoti, virkar tað mestir sum um, at vælferðin verður sett til síðis fyri fullveldinum, sigur Lisbeth L. Petersen. Mynd: Jens Kristian Vang
Myndatekstur: Sambandsmenn ætlar sær á val við ríkisfelagsskapinum ovast á listanum. Mynd; Jens Kristian Vang