Mangt og hvat varð havt á lofti, men Jørgen Niclasen vissaði um, at tað stendur ikki so illa til við borgarligum politikki í Føroyum.
Hann segði m. a. hesi mergjaðu orðini:
»Eg síggi fyri mær, at framtíðin er borgarlig...«
Kanska hann hevur rætt. Men lítla løtu seinni segði hann soleiðis:
» - Eg siti í samgongu við tveimum sosialdemokratiskum flokkum. Tí sosialdemokratiska Javnaðarflokkinum og tí sosialdemokratiska Sambandsflokkinum. Og í andstøðuni hava vit sosialistiska Tjóðveldi...«
Spurningurin er so, hvar tann borgarliga framtíðin er - ella um Jørgen Niclasen ímyndar sær, at Fólkaflokkurin - sum umframt veljarar nú eisini missir tingmenn - einsamallur skal garantera borgarliga framtíð, tá Sambandsflokkurin er farin so langt í bakborð.