STARVSSETAN
í brævi til Símun V. Arge ger Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, greitt, at hesin ikki fær starvið sum landsantikvarur, sum Símun V. Arge hevði søkt, og sama starv, ið hann hevur røkt í fleiri ár.
Skrivið frá landsstýrismanninum er ikki dagfest, og brævið er ikki skrivað á brævpappír frá Mentamálaráðnum og er eiheldur undirskrivað av nøkrum embætisfólki. Tílíkar ásetingar eru ikki nøkur formlig krøv, men góður skikkur, upplýsir Eyðbjørn Larsen á Løgmálaráðnum.
Sjálv sigur Annlis Bjarkhamar um hetta, at talan er um eitt mistak.
?Eg sat heima og skrivaði brævið til Símun Arge eitt vikuskiftið, og eg havi gloymt at seta dagfestin á og senda brævið við pappíri hjá Mentamálaráðnum, sigur Annlis Bjarkhamar.
Lítið konkret
Í brævinum til Símun V. Arge sigur Annlis Bjarkhamar, at setanin av landsantikvari hevur verið eitt ógvuliga trupult mál, sum eisini hevur tikið drúgva tíð at viðgjørt.
Í sjálvum brævinum sigur hon lítið um, hvørjar fortreytir, Símun V. Arge væntar, ella hvøjar eginleikar Steffen Stummann Hansen hevur framum Símun V. Arge.
Sagt verður: ?Eftir at hava gjølla viðgjørt umsóknir, tilmæli, samrøður og fortretirnar fyri starvinum er greitt, at úr einum heildarsjónarmiði er annar umsøkjari, sum er betur egnaður til starvið, skrivar Annlis Bjarkhamar.?
Bæði í hesum skrivinum og í eftirfylgjandi samrøðum kemur Annlis Bjarkhamar inn á framtíðina hjá stovninum.
?Umframt tær fortreytir, ið settar eru í starvslýsingini, meti eg eisini at hugt eigur at verða at, hvørjar avbjóðingar Fornminnisavn Føroya hevur fyri framman. Hetta er neyðugt fyri at nágreina, hvørjir førleikar og eginleikar dentur eisini eigur at verða lagdur á, tá nýggjur landsantikvarur verður settur.
Ein landsantikvarur, ið skal møta hesum avbjóðingum og bera eitt enn meira virkið og sjónligt Fornminnisavn Føroya inn í framtíðina, sigur Annlis Bjarkhamar í brævinum til Símun Arge.
Framtíðarleikluturin hjá Fornminnissavninum er einasta veruliga ábendingin um orsøkina til, hví annar umsøkjarin verður tikin framum, hóast tvey einmælt tilmæli frá eini setanarnevnd.
Annlis Bjarkhamar vil fegin rudda eina misskiljing av vegnum, tí leysasøgur hava gingið um, at Fornminnissavnið skal knýtast at Fróðskaparsetrinum ella øðrum stovni. Ein av orsøkunum til søgurnar er, at landsstýrismaðurin málbar seg skeivt í Sjónvarpi Føroya og kom at siga Fróðskaparsetrið ístaðinfyri Fornminnissavnið.
?Føroya Fornminnissavn verður tann sami stovnurin, sum vit kenna hann í dag. Tað eru ongar aðrar ætlanir um at broyta stovnin yvirhøvur, staðfestir Annlis Bjarkhamar.
Tveir umsøkjarar
Eitt skjal, Sosialinum hevur fingið innlit í, vísir, at 20. desember verður endaliga støðutakanin av setanini útsett til hálvan januar. Málið verður so seinni útsett enn longur.
Víst verður í teldubrævi á, at teir ?báðir? umsøkjararnir skulu fáa boðini um seinkaða støðutakanina.
Annlis Bjarkhamar sigur, at orsøkin til hetta er tann, at hon 20. desember biðjur um fund við setanarbólkin og fer tá aktivt inn í málið. Greitt var longu tá, at millum teir átta umsøkjararnar vóru teir báðir, Steffen Stummann Hansen og Símun V. Arge, væl betri enn hinir.