Tað er eingin meining í, at Bygdaleiðir, Strandferðslan, S. L. Flutningur og Postverk Føroya fáa almennan studning til at kappast við privatu vinnurnar kring landið. Tað skal tí verða heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at hyggja nærri at hesum kappingaravlagandi virksemi hjá Bygdarleiðum, Strandferðsluni og Postverki Føroya fyri at undirbjóða teimum privatu buss- og farmafyritøkunum, sum vit dagliga uppliva tá ið tilboð verða givin uppá ferðafólka- og farmaflutning kring landið.
Tað síggja vit við leigutúrum av ferðabólkum og tá ið stóru ferðamannaskipini vitja á Havnini.
Bygdarleiðir, Strandferðslan, S. L. Flutningsur hava koyrt fleiri buss- og farmafyritøkur á heysin og familjurnar hjá teimum út í arbeiðsloysi. Hesi hava fleiri mist hús og heim og slíkt góðtekur ein ikki og vil mótmæla.
Tað eru eisini flogfeløg, skipafeløg og heilsølur ið skapa kappingaravlagandi virksemi móti privatu vinnunum sum fyrr nevnt. Kommunur skapa eisini kappingaravlagandi virksemi.
Ístaðin fyri at vit fingu eitt greitt býti millum tær almennu og privatu vinnurnar, so tær kundu kappat á jøvnum støði kring landið. Tað verður hugsað um buss-, farma- og hýruvognsvinnurnar kring alt landið og ein góðtekur ikki at Bygdarleiðir, Strandferðslan, Postverk Føroya, Flogfeløg, Skipafeløg og Heilsølur taka lívsgrundarlagið undan øðrum.
Hans Birgir Hansen