Heini Magnussen
Valevnið Fólkafloksins til Býráðsvalið í Havn
Havnin skal framhaldandi verða lokomotivið í Føroyum, og ganga undan á øllum økjum. Vit skulu hava góðar og fjølbroyttar bústaðarmøguleikar soleiðis at flest øll kunnu fáa sín tørv nøktaðan. Kommunan skal tryggja at útboði av bústaðartilboðum á marknaðinum altíð er nóg stórt. Soleiðis kunnu vit tryggja at góðska og príslega altíð hanga saman.
Kommunalu myndugleikarnir at virka fyri, at ungfólk betri og skjótari kunnu seta føtur undir egi borð. Kommunan eigur at ávirka landsmyndugleikarnar og fíggjarstovnar soleiðis at fíggingar- møguleikarnir til ung støk og hjún eru so rímulig, at til ber hjá øllum sum vilja at útvega sær eina íbúð ella eitt hús.
Bæði tann gamli býurin og tann nýggji uppi í Hoyvíkshaganum eigur at mennast soleiðis at trivnaðurin er í hásæti.
Vit skulu hava nóg mikið av fjølbroyttum barnaansingarmøguleikum, frítíðarskúlar, barnaskúlar, framheildsskúlar, fakskúlar og hægri skúlar .
Mentunarkarmarnir eiga at fáa rúmar ræsir. Frítíðarundirvísing, ítróttarfeløg, ungdómsfeløg, áhugabólkar innan mentan v.m.eiga at fáa styrk frá kommununi ? sum hjálp til sjálvhjálp.
Vit eiga at virka fyri einum reinum umhvørvi og einari vakrari og reinari náttúru. Náttúran kring Havnina er sera vøkur og eru tað nógv fólk sum hava gleði av henni. Vit eiga tí framhaldandi at gera smáar gøtur inni á fríøkjum og fram við áunum. Ì samstarvi við bóndirnar eiga vit at tryggja at gangandi er í haganum og at gomlu varðagøtunar eru farbærar.
Hesum vil Fólkaflokkurin virka fyri !