Framtíðar flogvøllur kann bara gerast í Suðurstreymi

- Suðurstreymoy er einasta stað í Føroyum, har vit sleppa undan turbulensi, sigur Bjarki Jensen, royndur tyrluskipari

Skulu vit hugsa um at gera ein stóran, altjóða flogvøll í Føroyum, er tað bara ein møguleiki og tað er at gera hann í Suðurstreymoy.

Tað staðfestir Bjarki Jensen, royndur tyrluskipari.

- Eg havi alla tíðina hildið og eg haldi framvegis, at skulu vit hava ein altjóða flogvøll í Føroyum, er tað bara Glyvursnes, sum kann koma upp á tal.

Bjarki Jensen sigur, at hann hevur ikki hugsað um Nólsoy í hesum sambandi fyrrenn ein dulnevndur flogskipari nevndi Nólsoynna, sum ein møguleika.

- Har eru viðurskiftini helst ikki øðrvísi enn á Glyvursnesi, so er lendi hóskandi í Nólsoy, ber nokk eisini væl til at gera hann har eisini.


Kanna tríggjar møguleikar

Í nógv ár hevur verið tosað um at bøta um flogvallarviðurskiftini í Føroyum. Í hesum sambandi hevur ofta verið tosað um, at einasta rætta er at vit gera ein stóran, altjóða flogvøll í Føroyum, sum fer at lúka tey krøv, sum framtíðin setir til flogferðslu og sum vit kunnu fáa fulla nyttu av, ikki minst í sambandi við flutning av spillfeskum fiski og øðrum farmi.

Í hesum sambandi hava tey flestu verið av teirri áskoðan, at tað einasta rætta er at gera ein altjóða flogvøll upp á einar 2200-3000 metrar.

Men stóri spurningurin hevur verið, hvar hann skal vera.

Fyribils eru tað mest fýra øki, sum eru kannað. Í fyrsta lagi hevur talan verið um at byggja vøllin í Vágum út. Men annars eru Glyvursnes í Suðurstreymoy, Skorðhæddin í Eysturoy og Søltuvík í Sandoy nevnd sum møguligar staðsetingar fyri einum altjóða flogvølli.


Tyrluskiparar vita best

Upp undir løgtingsvalið í januar var almennur fundur á Hotel Føroyum um flogvallarviðurskiftini og um týdningin av at hava ein altjóða flogvøll í Føroyum.

Tá tók eisini ein flogskipari hjá Atlantsflogi orðið og hann helt, at vit skulu ikki yvirdríva at brúka fleiri ár um at gera kanningar av turbulensi.

- Vilja tit hava nakað at vita um turbulens, skulu tit bara spyrja tyrluskipararnar, tí tað vita teir alt um, var heilsanin frá flogskiparanum til fundarfólkið.

Síðani hava vit fleiri ferðir roynt at spyrja flogskiparar á bæði tyrlum og flogførum um hesi viðurskifti, men so løgið tað ljóðar hevur tað verið at kalla ómøguligt at fáa nakran at siga sína hugsan.

Men nú hevur tað so eydnast at finna ein tyrluskipara, sum vil siga sína hjartans meining um flogvallarviðurskiftini í Føroyum.

Og hann ivast ikki í, at Suðurstreymur ella Nólsoy eru einastu støð í landinum, sum eru egnað at gera flogvøll á.


Vítt til veggja

Bjarki Jensen sigur, at tað er tað lága, rundleitta lendið í Suðustreymoy, sum ger, at ongin turbulensur er har um leiðir.

Harafturat er Sandoyggin rættiliga fløt, samstundis sum at hon er nakað langt burtur og tí hevur hon ikki nakra serliga ávirkan á suðurendan á Streymoynni og á Nólsoynna.

- Í Suðurstreymoy er vítt til veggja. Suður og eystur í havið er púra onki fyri. Sostatt er Suðurstreymoy so langt frá fjøllum, sum tað yvirhøvur ber til at sleppa nakrastaðni í Føroyum.


Kolldømir tríggjar møguleikar

Bjarki Jensen sigur, at skulu vit hugsa um turbulens, er ongin ivi um at bæði Vágar, Søltuvík og Skorðhæddin verða kolldømd at gera flogvøll á

Hann skilir onki av, at nakar tekur Skorðhæddina í Eysturoy upp á tunguna, tá ið tosað verður um ein framtíðarflogvøll.

- Har er hopleyst at flúgva, tí har skalt tú bæði koma og fara yvir hægstu fjøllum í landinum.

Hann sigur, at í Søltuvík hava teir eisini roynt at flogið inn yvir við tyrluni, sum um at teir ætlaðu at lenda.

- Har er líka ringt til turbulens, sum tað er í Vágum á útsynningi og er hann vestan, er tað ikki lukkuligt, sum tað er harður turbulensur av Skúvoynni, sum er at kalla lodrøtt. Við sjálva Søltuvíkina er eisini høgt lodrætt fyri, hóast tað er lægri, men eisini tað elvir til harðan turbulens.

Men nú er avgjørt at longja vøllin í Vágum og tað verður enntá tosað um at gera ein krossvøll í Vágum.

- Eg skilji onki, tí vøllurin í Vágum verður ongantíð brúkiligur av tí at har er so nógvur turbulensur av fjøllunum og vestursíðuni á oynni.

- Ringasti parturin av hvørjum einasta flúgvitúri er byrjanin, tá ið vit fara upp frá í Vágum og til vit er komin leys av Vágum og so endin á túrinum, tá ið vit fáa fatur á Vágoynni aftur, tá ið vit skulu lenda, sigur Bjarki Jensen.

- Tað flúgva úr Vágum og í Vágar er altíð nógv tað strævnasta av eini flogferð, tá ið ivaveður er, og tað er tað so ógvuliga ófta í Føroyum, tí veðurlagið er ringt, leggur hann afturat.


Mjørki ein trupulleiki í Vágum

Í sambandi við ein flogvøll í Vágum, er tað ikki bara turbulensur, sum er ein stórur trupulleiki.

Tað sigur Bjarki Jensen tyrluskipari.

Hann sigur, at ein annar stórur er, at í Vágum ber ikki til at seta nøktandi innflúgvingartól upp, sum kunnu hjálpa flogførum at lenda í svartasta mjørka.

- Útsynningur og har um leiðir, eru tær ættirnar, sum eru vanligast í Føroyum og tá verður flogið inn yvir Sørvágsfjørð.

- Men innflúgvingin har er í vinkul, tí tá ið flogfarið er komið nakað inn, skal snarast 13 stig.

Hinvegin ber ikki til at fáa signalini frá innflúgvingartólunum at ganga í vinkul og tí fæst ikki full nytta úr teimum nýmótans innflúgvingartólunum, sum nú eru til taks og gera, at tað ber til hjá flogførum at lenda, hvussu svart tað so enn er í mjørka, sigur Bjarki Jensen.


Ein millión fyri meturin

Hann heldur, at ístaðin fyri at longja flogvøllin í Vágum fyri eina millión fyri meturin, hevði tað verið nógv skilabetri at brúkt peningin til at projektera ein nýggjan altjóða flogvøll í Suðurstreymoy og kanska kundi verðið farið undir byggingina eisini.

- At longja vøllin í Vágum tænir lítlum og ongum endamáli, tí flogførini, sum kunnu brúka vøllin, verða at kalla tey somu og innflúgvingin verður heldur ikki øðrvísi, um so vøllurin verður 350 metrar longri.



Samgonguskjalið

Samgonguskjalið hjá nýggju ABC samgonguni, sigur ikki so nógv um flogvallarviðurskiftini. Men samgongan hevur kortini sett flogvøllin á listan yvir fimm tær dýrastu íløgurnar, sum skulu gerast tey næstu árini.

Um flogvallarviðurskiftini sigur samgonguskjalið, at:

Ætlanin um at leingja flogvøllin verður framd, eins og kanningar viðvíkjandi alternativum flogvallarmøguleikum halda fram.

Hinar fýra tær dýrastu íløgurnar, sum farast skal undir hesi næstu árini, eru skúladepilin í Marknagili í Havn, Sandoyartunnilin, um- og útbyggingin av Landssjúkrahúsinum og Skálafjarðartunnilin, men samgongan ætlar, at hann skal verða ein privat íløga, soleiðis sum upprunaliga ætlað.