Framtíðar Føroyar fleirfalt størri

Tað var eitt stórt framstig, tá Føroyar fingu avtalu fyrst við norðmenn, síðani við bretar og loksins við íslendingar um landgrunnsmarkið millum londini. Týdningurin av einum størri landgrunni og harvið ognarrætt/nýtslurætt til størri undirgrund kom serstakliga væl til sjóndar, tá vit eftir drúgvar samráðingar við bretar fingu eitt miðlinjumark, sum í stóran mun fylgir fiskimarkinum.

Oljuting




Nú er so eftir at finna fram til, hvør eigur landgrunnin, sum liggur uttan fyri 200 fjórðingamarkið og fyri okkara viðkomandi bæði í ein útsynning úr landi (á Hatton-Rockall økinum) og í ein landnyrðing úr landi (í Norðurhøvum).

Hetta er sum so eitt gamalt mál, men lá mestsum í dvala, tá drúgvu og týdningarmiklu samráðingarnar vóru fyrst við danir um rættin til ráevnini í undirgrundini og seinni við bretar um sjálvt landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland.

Eftir at tað markið kom uppá pláss hava føroyingar saman við dønum skundað undir arbeiðið at gera krøv síni galdandi til stóru økini fyri sunnan og fyri norðan umframt at finna fram prógv fyri hesum krøvum.

Arbeiðið er nú álvara í gongd og fyri at eingin slingur skuldi vera í valsinum og fyri at fáa hetta so týðandi arbeiði væl frágingið og sett út í kortið, tóku føroyskir myndugleikar stig til at brúka nógva og góða orku til at fremja málið. Tí varð m.a. avgjørt, at Martin Heinesen, sum var leiðari av Jarðfrøðissavninum, skuldi takast burtur frá tí arbeiðinum í eina tíð og ístaðin átaka sær hetta nýggja og og fyri Føroya land so týdningarmikla arbeiði. Á sama hátt er avgjørt at brúka ein av frægu løgfrøðingunum á Løgmansskrivstovuni til hesa uppgávu.

Nú er so gongd í arbeiðinum og hetta hevur fingið nevndini í "Oljutinginum" at skipa koma Oljuting við hesum eina evninum: "Havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða og krav føroyinga um landgrunsrættindi út um 200 fjórðingsmarkið"

Sigmundur Ísfeld á Løgmansskrivstovuni og Martin Heinesen á Jarðfrøðissavninum fara at greiða frá arbeiði teirra, ið kann vísa seg at fáa stóran týdning eisini fyri framtíðar oljuleitingarmøguleikarnar kring Føroyar. Heysttingið verður mikukvøldið 29. september 2004 kl. 19.00 á Hotel Føroyum.

Havrættarsáttmálin hjá ST kom formliga í gildi í 1994. Grein 76 í Havrættarsáttmálanum gevur strandalondum rætt til landgrunn út til 200 fjórðingsmarkið úr landi ella longri, grundað á eina røð av treytum. Strandalond fáa 10 ár, frá tí tey hava staðfest Havrættarsáttmálan, til at gera møgulig krøv galdandi at leggja fyri sonevndu Landgrunsnevndina hjá ST. Danmark ætlar, saman við Føroyum og Grønlandi, at staðfesta Havrættarsáttmálan í ár. Fyri Føroyar hevur løgmaður tílíkar spurningar um hendi, og Sigmundur Ísfeld, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, hevur staðið fyri føroysku fyrireikingunum av staðfestingini av Havrættarsáttmálanum.

Til at fyrireika møgulig víðkaði landgrunskrøv er ein felags ríkisverkætlan sett í verk, har vísindaligar kanningar verða gjørdar og kravpróvførsla verður fyrireikað. Jarðfrøðisavnið samskipar arbeiðið Føroya vegna, og Martin Heinesen, jarðfrøðingur, stendur fyri føroyska partinum av verkætlanini. Á Oljutinginum mikukvøldið 29. september fara hann og Sigmundur Ísfeld at greiða frá teirra arbeiði, sum kann vísa seg at fáa stóran týdning eisini fyri framtíðar oljuleitingarmøguleikarnar kring Føroyar.
Samtakið ENSK spf (El-Service, Normek, Sandblásing & KJ-Hyrdraulik) stuðlar Heysttinginum, og koma umboð at greiða frá teirra framtíðar ætlanum innan oljuvinnuna v.m.