Framtíðar elbilur frá Mitsubishi

Japanska bilverksmiðjan Mitsubishi sýnir fram eitt av sínum framtíðar bilmodellum við konseptbilinum eX Concept. Við hesum bilinum vilja teir sameina ein SUV við ein coupé í modernaðum designi.

 

Konseptbilurin ex Concept er ein 4-hjólsdrivin elbilur við tveimum elmotorum, annar framman og hin aftan.

 

Nógv er hugsað um trygd í hesum bilinum - bæði aktiva og passiva trygd. Framman er hann designaður soleiðis, at koyriljós og blunkljós eru oman fyri kúfangaran, meðan forlyktirnar eru niðanfyri. Hetta fyri ikki at blenda mótkoyrandi akfør og fótgangarar.

 

Nær bilurin kemur á marknaðin, verður einki sagt um.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/