Jógvan Sundstein
Undir omanfyri nevnda heiti hevur ein bólkur frá Fíggjarmálaráðnum og Landsbankanum latið eitt álit úr hondum um almennu eftirlønarskipanir hjá føroyingum.
Høvuðsniðurstøðan í álitinum – sum heldur má kallast ein skitsa – er, at eldraútreiðslurnar fara at økjast munandi, og at vøksturin í hesum tí má minkast. Sum grundarlag undir ymiskum uppskotum og forsøgnum eru gjørdar útrokningar og forsagnir, sum allar byggja á, at demografiskar framskrivingar vísa, at talið av eldri (yvir 65 ár) økist og harvið “eldrabyrðan” eisini økist, meðan talið av yngri fólki bæði lutfallsliga og absolutt minkar.
Út frá hesum kunngerð arbeiðsbólkurin, at
1) eldraútreiðslurnar sum prosentpartur av BTÚ vaksa so nógv, at tað førir til økt skattatrýst og fíggingartrupulleikar
2) Landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur
3) Landskassin fer ikki longur at kunna fíggja pensiónir og og røktartænastur
4) tað tí er neyðugt at gera stórar broytingar av almennu og persónligu pensiónsskipanunum
Um ein uttan víðari góðtekur framskrivingarnar og útrokningarnar, so er sjálvandi rætt, at framtíðar útreiðslurnar verða ógvisligar. Men spurningurin er, um fortreytirnar eru rættar. Tað eru ongar alternativar demografiskar framskrivingar gjørdar, og harafturat fata tær um eitt tíðarskeið frá 2007 til 2050. Tað er eitt langt tíðarskeið við stórum og vaksandi óvissum tess longur fram í tíðina ein roknar.
Tað mest vissa er helst, at talið av eldri fólki økist, tí meðallivialdurin økist. Væntandi og vónandi verður heilsustøðan hjá teim eldru eisini betur, so tey klára seg longur upp í árini, eisini á arbeiðsmarknaðinum. Men hví skal talið av yngri fólkum minkað? Eru ikki allar politiskar ætlanir og visiónir grundaðar á, at tað skal gerast betur og betur at liva í Føroyum, og harvið skuldi fráflytingin minka og helst tvørturímóti tilflytingin aftur økjast. Demografisku útrokningarnar eru tí óvuliga ivasamar.
Er neyðugt við stórum broytingum í pensiónsviðurskiftunum?
Spurningurin stingur seg sjálvandi upp, tá arbeiðsbólkurin leggur upp til so ógvisligar broytingar, sum her verður gjørt. Eisini fær ein fatan av, at viðurskiftini eru nógv annarsleiðis og betur í øðrum londum. Men er hetta nú so? Eg skal koma aftur til hetta, men haldi ikki, at viðurskiftini eru nógv betur, burtursæð frá, at privatu pensiónsskipanirnar helst eru meiri framkomnar í fleiri øðrum londum.
Føroyska eftirlønarumráðið byggir á, og eigur at byggja á, triggjar súlur, nevniliga fólkapensiónina, arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnin, nú nevndur AMEG, (mær dámar betur orðalagið samhaldsfasti) og persónligar pensiónsskipanir.
Fólkapensiónin
Fólkapensiónin er skipað við eini grundupphædd til allar borgarar, sum hava fylt 67 ár. Grundupphæddin er hægri fyri støk enn fyri gift. Eini hjún fáa um leið 150 % av tí, sum ein stakur fær. Nakað serstakt fyri hesa veiting er, at hon er skattafrí. Harafturat er møguleiki fyri serligari viðbót til fólkapensiónina, um viðkomandi onga aðra ella bert lítla aðra inntøku hevur. Kjakast kann um fólkapensiónsveitingin, serliga grundupphæddin, er nóg høg. Sjálvandi vilja øll, serliga pensionistarnir sjálvir, halda, at hon átti at veri hægri. Hon er, so vítt eg veit, ikki regulerað nú í mong ár. Eftir míni uppfatan átti hon at veri nakað hægri og við eini meiri innbygdari regulering. Harafturat átti munurin á grundupphæddini til ein stakan og giftan at veri minni. Eini hjún áttu at fingið eini 175 % av tí ein stakur fær.
Grundupphæddin er til øll yvir 67 ár. Hetta er ein samhaldsfast veiting, sum øll hava rætt til, og øll hava goldið skatt til gjøgnum eitt langt lív. Tá tey ikki hava kunnað drigið tann goldna skattin frá, er tað eisini rætt og rímiligt, at tey heldur ikki gjalda skatt av veitingini, tá hon verður útgoldin. Hon skal heldur ikki ávirkast av, um viðkomandi hevur aðra inntøku, tvørturímóti skal pensionisturin uttan ótta fyri at missa fólkapensiónina kunna útvega sær aðrar inntøkur, tað verið seg arbeiðsinntøkur, aðrar pensiónsskipanir, rentuinntøkur ella hvørt av sínum.
Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunnurin.
Hendan skipanin er rættiliga nýggj, men hevur longu víst seg, at vera eitt sera gott – fyri ikki at siga genialt – tiltak. Persónliga gleðist eg um, at eg sjálvur, hóast ivasamur, læt meg yvirbevísa um rættleikan av hesi skipan. Skipanin er bygd á samhaldsfesti, og grundarlagið er gjald frá arbeiðsmarknaðinum, bæði arbeiðsgevara og løntakara. Arbeiðsgevarin rindar av allari útgoldnari løn, meðan løntakarin rindar til hann fyllir 67 ár. Aftaná fyltan 67 ára aldur fær ein og hvør borgari búsitandi í landinum útgoldið tað ásettu veitingina. Samhaldsfesti liggur í, at hvør borgari, líka mikið um hann hevur búð í Føroyum alla sína tíð ella bert stutta tíð, fær veitingina. Hinvegin fær ein einki aftaná fráflyting úr Føroyum. Hetta er ein røtt, góð og einføld skipan, og eigur ikki at verða broytt, sum røddir hava verið frammi um í samband við norðurlendskar skipanir. Hendan skipanin er sum sagt goldin av arbeiðsmarknaðinum og kostar ikki landskassanum nakað, og økir tí ikki um tað sokallaðu “eldrabyrðina”. Tvørturímóti, hon økir um kapitalvøksturin í samfelagnum, og eftirsum borgarin kann draga loypandi gjaldið frá í skatti, skal útgjaldingin skattast, samstundis sum upphæddin tá fer í vanliga búskaparliga rensli.
Tað gleðiliga er hent, at hendan skipanin hóast lutfallsliga nýggj, longu kann gjalda stívliga 2.000 kr. um mánaðan til hvønn borgara yvir 67 ár. Møguliga átti hendan upphædd at veri nakað hægri, sum til dømis Henrik Old hevur borið uppá mál. Men grunnurin skal stýrast skynsamiliga og grundfestast, so hann altíð hevur ráð til síni útgjøld, og hesi skulu økjast sum frálíður. Roknast kann við, at um eini 3-4 ár verður mánaðarliga veitingin eini 4.000 kr.
Persónligar eftirlønarskipanir
Tað sum partvís longu nú, men uppaftur meira í framtíðini, fer at muna mest í inntøkunum hjá eldri fólki, er persónligu eftirlønarskipanir. Tað finnast longu nú nógvar slíkar skipanir, sum fólk hava, partvíst gjøgnum sín arbeiðsgevara og partvíst heilt persónliga. Her snýr tað seg um, at tað ein rindar inn á slíkar skipanir, eigur ein sjálvur og fær útgoldið, tá aldurin kemur, eftir teim reglum og treytum, sum uppsettar eru. Slíkar skipanir røkka sostatt ikki til næstan, tað vil siga, tær eru ikki samhaldsfastar. Fyri kortini at tryggja, at so mong sum møguligt fáa lut í hægri pensiónsveitingum á gamalsaldrinum, uttan at tað kemur at kosta landskassanum ella tí almenna ov nógv, er hugsanin tann, at øll so tíðliga sum møguligt á lívsleiðini og inntil t.d. 67 ár, sum hava inntøku frá arbeiði ella øðrum veitingum, skulu hava skyldu at gjalda ávísan prosentpart av hesi inntøku til eina persónliga skipan. Tá pensiónsaldurin er náddur kann veitingin útgjaldast. Tað mest rímuliga er, at slíkar lógásettar skipanir vera skipaðar sum ratu gjaldingar. Harumframt hava fólk sjálvandi loyvi til at gera sær sínar egnu frívilligu skipanir, sum tey hava hug ella møguleika til.
Hvussu skal ein pensiónsreformur skipast?
Tað hastar at gera nakað, tí pensiónsuppsparing tekur sína tíð. Men broytingar skulu gerast í rættari raðfylgju og ikki oyðileggja nakað av tí, sum er gott.
1. Í fólkapensiónsskipanini eiga ikki at verða gjørdar tær stóru broytingar. Møguligar broytingar eiga at snúgva seg um tillagingar av veitingarupphæddunum. Harafturímóti eigur aldursmarkið ikki at hækkast, í hvussu so er ikki fyrrenn um nøkur ár. Eg vil eisini absolutt ráða frá at gera grundupphæddina skattskylduga. Tað vil oyðileggja stóran part av skipanini og minka um ræðisinntøkuna hjá pensionistinum, sjálvt um veitingin verður hækkað. Tað, at skattskyldan hjá einum føroyskum pensionisti ikki byrjar fyrrenn aftaná grundupphæddina, ger at eisini stórur partur av aðrari inntøku, serliga gjald frá samhaldsfasta, eisini verður uttan skatt vegna botnfrádráttin. Um grundupphæddin verður skattað, fer fyrst nakað av skatti av her, samstundis sum aðrar veitingar verða skattaðar frá fyrstu krónu.
2. Veitingarnar frá samhaldsfasta byggja sum sagt á eina sera góða skipan og hava stóran týdning fyri pensionistarnar í dag. Tær koma so frá líður at hava uppaftur størri týdning. Hendan skipan eigur tí ikki at broytast, men mennast nátúrliga við vanliga vøkstrinum í samfelagnum.
3. Har, sum broytingar og nýggj lóggáva eigur at gerast, er innan persónligu eftirlønarskipanirnar. Tað eigur at vera lógskyldugt at ávísur partur inntøkuni (tó haldi eg 15 % vera nakað nógv) í virkisførum aldri verður spardur saman til pensiónsskipan. Jú fyrr hetta byrjar, tess meira er at fáa, tá fólk náða eftirlønaraldur. Tað er á hesum øki nýggj lóggáva skal gerast. Tá hendan lóggáva er komin uppá pláss hava føroyingar fingið eina haldgóða loysn á inntøkumøguleikunum hjá eldra fólkinum.
Tað sum er sett upp undir punktunum 2 og 3 frammanfyri kostar ikki landskassanum nakað, men fíggjar seg sjálvt. Hetta fer eisini at vera størri parturin av inntøkunum hjá tí eldra fólkinum. Landskassin fer at hava útreiðslurnar av sjálvari fólkapensiónini og av nøkrum viðbótum, sum skulu veitast til teirra, sum ikki hava havt nóg góðar møguleikar til samansparing til persónligar skipanir. Men sum heild verður hetta lutfallsliga minni parturin av samlaðu inntøkunum hjá fólki yvir 67 ár.
Hvussu eru pensiónsskipanir í øðrum londum?
Hesar eru ymiskar frá einum landi til annað. Men í høvuðsheitum er ein ella onnur samskipan millum persónligar skipanir og almennar skipanir sum t.d. fólkapensión. Almennu skipanirnar eru mær vitandi eisini ymiskar í teim ymisku londunum. Tað landið vit samanlíkna okkum mest við er Danmark, og tað kenni eg eisini frægast, nú eg búgvi har. Stórur partur av dønum hava sínar persónligu frívilligu pensiónsskipanir, í mongum førum gjøgnum arbeiðsgevara. Men enn finnast rættiliga mong, sum bert hava fólkapensiónina at liva av. Hesi fáa umframt grundupphæddina eisini eina ávísa viðbót. Í Danmark er øll pensiónsútgjalding, eisini fólkapensiónin, skattskyldug. Hetta hevur við sær, at ræðisupphæddin er minni enn veitingin. Tá vit fluttu úr Føroyum til Danmarkar fingu vit brutto nakað meira í fólkapensión, men tá skatturin var frádrigin var upphæddin heldur lægri enn í Føroyum, tí har fingu vit eisini eina upphædd uppá stívliga 600 kr. um mánaðin frá samhaldsfasta. Generelt kann tí sigast, at fólkapensionistar í Danmark fáa ikki meira enn í Føroyum. Og nú veitingin frá samhaldsfasta er hækkað í Føroyum meti eg, at veitingin í Føroyum er heldur hægri enn í Danmark. Veitingin frá donsku ATP skipanini er sera lítul, og geldur bert fyri tey, sum hava goldið til skipanina. Hon kann tí ikki samanberast við føroyska samhaldsfasta.
Eisini skal viðmerkjast, at fleiri skattir og gjøld eru fyri eugarar av egnum bústaði í Danmark, sum ikki eru í Føroyum. Millum annað kunnu nevnast: ejendomsskat, ejendomsværdiskat, vatngjøld og renovatiónsgjøld. Hetta kemur lættliga uppá eini 20.000 kr. árliga fyri eini minni hús ella íbúð.
Samanlagt kann tí sigast, at um ein persónlig pensiónsskipan við samansparing fæst í lag, so verður við tíðini fíggjarliga hampuligt at vera pensionistur í Føroyum.









