Framsýning við Viborg Elitehold

Fríggjadagin 21. oktobur kl. 17.00 verður ókeypis framsýning við Viborg Elitehold í Bylgjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Framsýningin verður fyriskipað í sambandi við, at Viborg Idrætshold vitjar Støkk hesa vikuna.

Talan er um væl vandar fimleikarar í aldrinum 20 til 30 ár, sum gera fimleik á sera høgum støði innan rútmu og lop. 

– Spennandi verður at síggja fimleikaligu kynstur teirra við tí serstaka danska fimleikastílinum. 

Á framsýningini er Viborg Elitehold bulurin, og harumframt luttaka nøkur lið úr Støkk. 

Støkk gleðir seg til framsýningina fríggjadagin klokkan 17 og vónar at síggja nógvar áskoðarar í Bylgjuni.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##