Á framsýningini ber til at síggja listahandverk úr træi, sum 10 limir í Dreyarafelagnum hava evnað til á árliga summarskeiðnum í Runavík.
Hesa seinastu vikuna hava 10 sera hugagóðir menn staðið við hvør sín dreyibonk í smíðstovuni í Skúlanum við Løkin í Runavík. Teir hava luttikið í árliga summarskeiðnum hjá Dreyarafelagnum. Lærarar í ár hava verið tveir av okkara royndastu dreyarum og træhandverkarum Ole Jakob Nielsen og Terje Johannesen.
Á framsýningini, sum lat upp í gjár á Bókasavninum við Løkin í Runavík, verður høvi at síggja flestu lutirnar, sum eru tilevnaðir hesar dagarnar. Framsýningin er opin í eina viku fram til fríggjadagin tann 10. juli, hvønn dag frá klokkan 13.00 – 18.00.