Framsýning: Suðuroyingar havt elorku í 100 ár

Í dag, týsdagin 13. juli, læt upp áhugaverd framsýning í Miðlatúni í Vági.

Talan er um elorkusøguna í Føroyum seinastu 100 árini. Framsýningin tekur útgangsstøði í 1921, tá Verkið í Botni byrjaði at framleiða streym.

 

Framsýningin var upprunaliga partur av Ljósfestini, sum skuldi verða komandi vikuskiftið, men sum nú er útsett orsakað av koronastøðuni.

 

Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni og stendur frammi til leygardagin 16. juli.

 

Miðlatún er soleiðis opið:

 

Mánadag: 10.00-18.00

 

Týsdag-fríggjadag: 10.00-16.00

 

Leygardag: 10.00-14.00