Framsýning í Riberhúsi

Framsýning við málningum av Ingólvi av Reyni, Kampann, Øssuri Mohr og øðrum letur upp í Riberhúsi í morgin, Møguleiki er fyri at bjóða uppá málningarnar

Sunnudagin 30. mars letur framsýning upp í Riberhúsi, har møguleiki er fyri at bjóða uppá málningar av Ingolvi av Reyni, Kampmann, Heðin Kambsdal, Poul Horsdal, Øssur Mohr, Randi Gunnarsdóttir og øðrum kendum og minni kendum listafólki.

Framsýningin varar í tvær vikur og hýsur 60 myndum.

Framsýningin letur alment upp sunnudagin 30. mars kl. 17. Kristina Gry Berg biður vælkomin og Maria á Lakjuni syngur.

Framsýningin er opin til 8. apríl.
Yrkadagar er opið 15-17.30 og leygardagar 11-13.

www.ribarhus.com