Stórar hendingar eru farnar fram í hesi vikuni, sum allar hava atlit til framtíðina - og kanska eina spennandi framtíð. Hendingar, sum í ávísum førum eru huglyftandi í tí annars keðiliga summarveðrinum. Dagin eftir, at borurin varð settur í havbotnin stutt norðan fyri markið, varð skjøtul settur á Gásadalstunnilin. Og sama dag fór Teistin í sigling um Skopunarfjørð.
Talan er um stórhendingar á samferðsluøkjunum. Verður Gásadalstunnilin veruleiki á hesum sinni, er talan um eitt stórt framstig fyri eina av teimum smæstu bygdunum í Føroyum. Tað er næstan givið, at fær Gásadalur ikki vegasamband nú, ella í næstu framtíð, so verður, sagt í myndamáli, øskukalt Uppi í Dalinum, sum vágafólk siga.
Men tað er ikki nóg mikið bara at bora ein tunnil. Ein tunnil skuldi helst eisini merkt framburð, og møguleikar skuldu verið fyri framburði í Gásadali. Dalurin er stórur, upplandið er stórt, og uttan at hava kanna tað neyvari, sær dalurin út til at vera gott dyrkilendi. Har skuldi verið møguligt at dyrka av nýggjum og har skuldu verið góðir møguleikar fyri jarðarbrúksvinnu.
Sjálvandi, um vit hava brúk fyri eini landbúnaðarvinnu í Føroyum. Vit fáa so nógva mjólk undan mjólkkúnum, at kvotur eru settar á. Tí er spurningurin, um vit hava brúk fyri fleiri mjólkkúm. Harafturat ber til at keypa danska vistfrøðiliga mjólk fyri næstan sama prís sum føroyska mjólkin kostar fyri liturin, og føroyska mjólkin fær nógvan studning!!! Taka vit so kjøtið, so hava vit heldur valt at innflyta bíligt útslendskt kjøt í staðin fyri, at vit sjálvi høvdu okkara egnu drápsmenn. Og tó, nakrir bøndur eru so frægir, at teir hava tikið stríðið upp, og hava valt at hava drápsneyt.
Aðrir møguleikar skuldi eisini verið í Gásadali. Áin er stór, og er vatnið nóg mikið, skuldi verið møguligt fyri at havt eina smoltstøð í Dalinum. Her eru tvær vinnu nevndar, sum, um rætt verður atborið, skuldu kunna givið bygdini møguleikar at reist seg av nýggjum.
Ein tunnil er kostnaðarmikil, men politkkurin hevur verið, at allar bygdir skuldu hava vegasamband, og tí er tað rætt, at Gásadalur fær tunnil, hóast onkur vil siga, landsbúskaparliga loysir tað seg ikki. Men verða møguleikarnir troyttir, skuldi tað eisini merkt búskaparlig framstig, nú ella í framtíðini.