Framstig á almannaøkinum

Síðani hendan samgongan tók við, hevur retoriska orðavalið verið rættiliga harðligt um førda politikkin, og ikki minst hevur sosiala økið staðið fyri hørðum atfinningum.

Dagliga hoyra vit, at samgongan førir ein karráðan, asosialan, neokonservativan  høgrapoltikk, sum onki ger fyri tey veiku í samfelagnum.

Eg viðurkenni, at nógv kundi verið betri handfarið og gjørt øðrvísi, men tá alt, sum samgongan ger, verður málað til ræðumyndir, kann spurnartekin setast við trúvirðið av hesum atfinningum. 

Taka vit eitt nú almannaøkið, so eru fleiri batar at hóma, og fleiri framstig eru hend hesi seinastu 2 árini, t.d. kann nevnast:

  • Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk samtykt (nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað)
  • Dagførd barnaverndarlóg við m.a. herdari fráboðanarskyldu og størri barnaverndarøki
  • Barnahús er sett á stovn í Tórshavn til børn, ið eru útsett fyri kynsligum harðskapi og harðskapi annars
  • Barnaumboð er sett á stovn eftir kravi frá ST – barnarættindasáttmálanum.
  • Barnabati hevur fingið hægri játtan til ”Tú og Eg ráðgevingina”, soleiðis at børn aftur kunnu fáa óhefta og anonyma hjálp frá serkønum.
  • Sorgarbólkurin ”Berin”  hevur fingið hægri játtan, soleiðis at fleiri børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna.
  • Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum, soleiðis at hon kann vera opin longri
  • Depil til fjølbrekað børn í Runavík verður tikin í nýtslu í summar.
  • Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum sett í gongd og standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum, har 12 íbúðir verða bygdar á hvørjum stað
  • Sjøtul er settur á byggja virknis- og umlættingardepil á Sandi til børn og ung við serligum avbjóðingum
  • Arbeiðið við at byggja 16 íbúðir  í Tórshavn til fólk við sálarsjúku er sett í gongd og standa hesar  lidnar  í summar.
  • 2 mió. kr. játtaðar til Fountain House í Tórshavn, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku.
  • 250 tús. kr játtaðar til Kvinnuhúsið til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving
  • Eldralógin er samtykt. Hetta er okkara fyrsta føroyska eldralóg.
  • Lóg um útlegging og samstarv á eldraøkinum, sum gevur kommununum ábyrgd av økinum 1 jan 2015.
  • Dagtilhald fyri dement er sett á stovn í Vági og Fuglafirði.
  • Mótrokning millum hjún er strikað millum pensjónistar, ið eru giftir við maka undir  67, sum enn er á arbeiðsmarknaðinum.
  • Ættleiðingarstuðulin er hækkaður úr 75.000 kr.  upp í 100.000 kr.

Eg kundi hildið áfram við listanum, men størsta avbjóðingin fyri tveimum árum síðani var ein sparing á  218 mió.,  sum vóru álagdar almannaøkinum at spara, men sum vit tíbetur fingu snara rætta vegin, ásannandi tað, at hetta hevði sorlað alt almannaøkið sundur.

Tað er neyðugt at halda aftur við almennu útreiðslunum, men at spara 218 mio yvir 4 ár, var als  ikki  ráðiligt. 

Gamaní kann man altíð gera tingini betur, og vil undirritaða saman við landsstýrinum og samgonguni til eina og hvørja tíð gera tað besta til tess, men at tvvíhalda um, at vit onki gera fyri tey veiku í samfelagnum er heilt einfalt ikki rætt.