Framsókn vil lætta um hjá hotellum og matstovum

Skotið verðu tí upp í at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi

Skotið verðu tí  upp í at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

 

– Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at lækka ella taka heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi.

 

Soleiðis sigur Framsókn í uppskoti til samtyktar, sum verður viðgjørt á tingfundinum, í dag.

 

Í viðmerkingum til uppskotið sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, at hann í mars 2013 legði uppskot fram um tað sama.

 

– Tá varð málið varð beint í Fíggjarnevndina, og hóast viðgjørt við vælvild, av bæði meiriluta og minniluta, varð tað sambært siðvenju felt av meirilutanum. Grundgevingin tá fyri at fella málið var, at ein lækking í meirvirðisgjaldinum skuldi vera partur av einum samlaðum pakka, sum samgongan arbeiddi við, vísir Poul Michelsen á.

 

Hann sigur, at endamálið við uppskotinum hesaferð er, eins og áður, at betra um kappingarførið hjá Føroyum í mun til londini kring okkum.

 

– Vit hava seinastu árini valt at gera ferðavinnu til fokusøki, og munandi upphæddir eru settar av til marknaðarføring. Tað sær út til, at átakið hjá Visit Faroe Islands virkar, og vaksandi áhugi er fyri Føroyum sum ferðamál. Á láni liggur at skapa karmar fyri at menna undirstøðu- kervið til hesa vinnu, sigur hann og heldur fram:

 

Londini kring okkum hava seinastu árini lækkað ella tikið heilt burtur meirvirðisgjald á hotell- og matstovuvirksemi. Føroyar sum ferðamannaland hevur sínar logistisku avmarkingar, og fullsett er vanliga á hotellum um summarið. Tí er standandi avbjóðingin at víðka háárstíðina til eisini at fata um vár og heyst. Til hetta mennir ferðavinnan tænastur og veitingar, men á hesum marknaði eru eisini fleiri um boðið. Flutningskostnaðurin er lutfalsliga høgur í mun til onnur ferðamál, og um vit ikki tillaga onnur parametur, verða vit ov stutt og verða vald frá.

 

– Ein fyrimunur fyri lokala búskapin við at tillaga meirvirðisgjaldið er, at ein stórur partur av arbeiðsmegini í tænastupartinum av vinnuni eru ung fólk, ið ynskja atgongd til eitt starv í styttri tíðarskeið. Vinnan vantar júst hesi ungu fólkini, ið kunnu starvast í styttri tíðarskeið og við skiftandi arbeiðstíðum. Júst hetta vinnuøkið er sera starvsfólkatungt, men váðin at víðka og menna økið er stórur, og tí gongur striltið.

 

Synergieffektin av ferðafólki og føroyingum, ið vitja hotel og matstovur sprettir ikki rættiliga og als ikki uttan fyri Havnina. Tann atdráttarmegi, ið vinnan átti at havt millum føroyingar, verður darvað av einum ov høgum kostnaðarstigi, og tí er tað sera torført at víðka háárstíðina út um juni og juli mánað. Heimamarknaðurin megnar sostatt ikki, m.a. orsakað av meirvirðis- gjaldi, at geva vinnuni tað íkast, ið skal til, fyri at rættvísgera íløgur uttan fyri háárstíðina.

 

– Einstøku avbjóðingarnar í hotell- og matstovuvinnuni eru soleiðis tvinnaðar saman í eina heild. Vit noyðast at tillaga allar tættir, ið eru kappingarparametur, og sum kunnu betra kappingarførið. Vit noyðast at gera tað nú, meðan ferðavinnan hevur tørv á, at vit øll renna sama veg. Vaksandi tilvitanin um matmentan, og ikki minst átakið hjá Visit Faroe Islands, hevur m.a. ført við sær, at eldsálir í Sandoynni eru farin undir at royna heimamatstovur. Hugskotið dúvar upp á heimamarknaðin enn, men stimbra vit spíran, heldur enn at køva hann við treytum, fyrisiting og meirvirðisgjaldi, er als ikki óhugsandi, at hugskotið kann breiða seg til onnur øki í Føroyum - okkum øllum til gagns, sigur Poul Michelsen.