Sum støðan er í Tórshavnar kommunu í løtuni, so telur samgongan 8 av 13 býráðslimum. Tað merkir – tá nevndirnar verða býttar, at samgongan fær 3 nevndarsessir og andstøðan 2 í hvørjari av teimum átta nevndunum.
Men hetta kann broytast, um Framsókn kemur við upp í samgonguna. So hevur samgongan 9 av 13 sessum, og tá verður býtið 4 til samgonguna og 1 til andstøðuna í øllum nevndum.
Tað sást á øllum brøgdum í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið, at Heðin Mortensen legði dent á at fáa eina av talu millum sitandi samgonguflokkar fyri at tryggja, at einki óvæntað hendi.
Tað óvæntaða, sum kundi hent, var at Tjóðveldi og Framsókn bjóðaðu Anniku Olsen borgarstjórasessin, og soleiðis var Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin settir uttan fyri ávirkan saman við Sambandsflokkinum.
Tjóðveldi og Framsókn tosaðu als ikki við Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Tjóðveldi helt seg fyri seg sjálvt, og tað sá út sum, at Poul Michelsen saman við Bergunn Kass hildu seg tætt at umboðunum úr Tjóðveldi heldur enn at tosa við samgonguflokkarnar. Høgni Hoydal kom eisini niðan í høllina, eftir at teir tríggir samgonguflokkarnir vóru farnir í einrúm.
Samgonguflokkarnir fara seinni í dag at tosa nærri sum samstarvið, sum tey í nátt hava bundið seg til.