- Tað dregur á luftina, og einki er longur, sum tað var. Kríggj er í Europa og avleiðingar av hesum eru komnar heilt nær, og spenta støðan í grannalagnum krevur føroyska støðutakan.
Tað siga tey í Framsókn, sum júst hava havt framløgu um valskránna til fólkatingsvalið komandi, har flokkurin stillar upp við fimm royndum valevnum.
- Megnar Danmark at verja okkum, um tað skuldi gjørst neyðugt, ella verður tað Nato, ið tryggjar Føroyar og havøkið kring okkum?
Í Framsókn vísa tey á, at Føroyar og Danmark ikki altíð hava somu áhugamál í altjóða samfelagnum, og verandi støða ger, at Føroyar aftur og aftur renna seg í avbjóðingar á uttanríkispolitiska økinum.
##med2##
- Tí bjóðar Framsókn seg fram at gera sjónligar tær ítøkiligu og afturvendandi avmarkingarnar, sum eru í verandi skipan við Danmark.
Undir yvirskriftini "Framsókn vil á fólkatingi, setir flokkurin hesi punk fram, sum tey týdningarmestu:
* krevja, at Føroyar fáa fult innlit í danskan trygdarpolitikk, tá talan er um Føroyar og Arktis, so løgtingið ikki arbeiðir í blindum.
* tryggja, at yvirtikin málsøki, ikki kunnu takast aftur, undir teirri grundgeving at talan er um verju- og trygdarmál.
* kunna um føroysk sjónarmið, út frá tí grundsjónarmiði, at vit ynskja at vera ein sjálvbjargin og sjálvstøðug tjóð. Við sløkum 300.000 ferkilometrum av havøki (sum Italia til støddar), er tað júst okkara havøkið, sum ger Danmark áhugavert millum vestanlond.
* arbeiða miðvíst fyri at gera vart við tær forðingar, sum ikki loyva Føroyum at gerast fullgildigur limur í altjóða felagsskapum og samgongum. Til dømis Norðurlandaráðið, Arktiska Ráðið, IOC (Altjóða olympiska nevndin), WTO og IMO.
* virka fyri einum virðiligum og tíðarhóskandi samstarvi við Danmark. Føroyskir myndugleikar brúka óneyðuga orku til at tulka grundlóg og løgfrøði í altjóða viðurskiftum – alt orka, sum kundi verið brúkt til virðiligt samstarv.
##med3##
Valevnini, sum Framsókn stillar upp til fólkatingsvalið hesaferð, eru: Hanna Jensen, Bjarni Kárason Petersen, Ruth Vang, Súsanna Olsen og Karlot Hergeirsson.
##med4##
##med5##














