Kongressin hevur samtykt ein lógarpakka, sum hevur virði upp á 430 milliardir dollarar, sum millum annað skulu brúkast til tiltøk, sum skulu birta upp undir, at fólk fara at keypa elektriskar bilar og økja útbreiðsluna av varandi orku. (Arkivfoto) - Foto: Josh Edelson/Ritzau Scanpix

Framsøkni milliardapakkin hjá Joe Biden samtyktur í Kongressini

Umboðsmannatingið hevur góðkent veðurlags- og heilsupakkan hjá Joe Biden upp á 430 milliardir dollarar.

Kongressin hevur samtykt ein lógarpakka, sum hevur virði upp á 430 milliardir dollarar, sum millum annað skulu brúkast til tiltøk, sum skulu birta upp undir, at fólk fara at keypa elektriskar bilar og økja útbreiðsluna av varandi orku. (Arkivfoto) - Foto: Josh Edelson/Ritzau Scanpix

Ein meiriluti í Umboðsmannatinginum í USA samtykti í gjár ein lógarpakka, sum er verdur umleið 430 millardir dollarar, sum millum annað skulu brúkast til at stríðast ímóti veðurlagsbroytingum og geva amerikanarum bíligari heilivág.

Í pakkanum eru eisini tiltøk á skattaøkinum.

Lógaruppskotið er frammanundan samtykt í hinum kamarinum í Kongressini, Senatinum.

Tað var væntað, at lógaruppskotið fór at verða samtykt í Umboðsmannatinginum, har Demokratarnir hava meirilutan av teimum 435 sessunum.

Sambært fleiri amerikonskum miðlum er samtyktin í Kongressini týdningarmikil fyri forsetan Joe Biden, sum hevur stríðst fyri at fáa hann samtyktan fyri miðvalið til Kongressina 8. november.

Demokratarnir vóna, at samtyktin av framsøknu ætlanini fer at geva atkvøður á valinum í november.

Ein meiningakanning gjørd fyrst í august vísir, at yvir helmingurin av veljarunum stuðlar pakkan, sum millum annað hevur sum mál at minka um CO2-útlát, sum er ein orsøk til veðurlagsbroytingar, eins og at lækka prísin á heilivági til eldri borgarar.

– Tað er ein rungandi sigur fyri amerikanska familjur, segði forkvinnan í Umboðsmannatinginum, demokraturin Nancy Pelosi, áðrenn atkvøðugreiðsluna.

Pakkin fer at hjálpa til, at USA er á rættari kós til at lúka málið um seinast í 2030 at minka útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt í mun til 2005.

Tað var eitt lyfti, sum USA gav á veðurlagsstevnu í Glasgow í Skotlandi í fjør.

Joe Biden upplýsir eftir atkvøðugreiðsluna, at hann gleðir seg til at skriva undir lógarpakkan, sum í okkara pengum hevur eitt virði upp á umleið 3.100 milliardir krónur, í næstu viku.

Republikanarar hava funnist at pakkanum. 

Hann fer at gera búskapin veikari, sum longu frammanundan er tyngdur av høgari inflatión, føra til miss av arbeiðsplássum, økja orkuútreiðslurnar og steðga vøkstrinum nú, ið búskapurin kanska stendur fyri einum steðgi, hava tey sagt.

/ritzau/Reuters