Framskygni hevði hjálpt

Nógvir føroyingar fara hvørt ár uttanlands at lesa. Mong koma ikki aftur á klettarnar at búgva. Jákup Sverri Kass, ráðslimur í MFS, heldur, at framskygni frá myndugleikunum hevði bøtt um hesa støðuna

Ein trupulleiki, sum ofta hevur verið uppi og vent í Føroyum, er, at tá føroyingar fara av landinum at nema sær útbúgving, koma tey ikki aftur til landið.
- Líka frá fólkaskúlanum verður sagt við næmingarnar, at tey skulu taka eina hægri útbúgving. Men ongin sigur, hvat tey áttu farið at lisið ella hvørjum tørvur verður á í Føroyum um eini fimm til tíggju ár, sigur Jákup Sverri Kass.
Sum dømi nevnir hann tørvin á tannlæknum í Føroyum í dag. Jákup Sverri Kass er ráðslimur í Meginfelag Studenta, sum er ein felagsskapur, sum vegleiðir føroyingum, tá tey velja at fara uttanlands at nema sær útbúgving og passar skrivstovuna hjá felagsskapinum í Århus.
- Vit eiga at hava útbúgvingartilboð í Føroyum á bachelorstøði, men tað hevur týdning fyri alheimsgerðina at koma burtur. Ikki endiliga til Danmarkar, sigur Jákup Sverri Kass, sum ikki dugir at síggja nakað endamál í at hava allar útbúgvingar í Føroyum.
- So langt koma vit ongantíð.
Minni tilknýti til føroyingar
Kjakið um, at føroyingar í lestrarørindum uttanlands ikki koma heimaftur at búgva, hevur MFS eisini tosað um. Ein orsøk til tað kann vera, at føroyingafeløgini hava ikki somu ávirkan í dag sum fyri tíggju árum síðani. Tá var vanligt, at tú noyddist í føroyingahúsið, um tú eitt nú hevði hug at lesa bløðini. Í dag finnast føroysku bløðini á internetinum og portalar av ymsum slagi finnast eisini. Jákup Sverri Kass heldur, at føroyingar duga betri at fella inn í samfelagið, sum tey flyta til í dag enn fyrr.
- Tørvurin á at koma í føroyingahúsið at frætta tíðindi er ikki tann sami í hesum tøkniligu døgum, sigur Jákup Sverri Kass og av tí sama verður tilknýtið millum føroyingarnir minni.
Hann heldur, at tað hevði hjálpt, um føroysku deplarnir uttan fyri Føroyar vórðu styrktir, og samstundis undrast hann eisini á, at tað bert er føroyingafelagið í Keypmannahavn, sum fær pengar úr landskassanum.
- Mangan verður ført fram, at man ikki ynskir, at føroyingar í ov stóran mun finna saman uttanlands, samstundis sum føroyingafelagið í Keypmannahavn fær 1,4 milliónir á fíggjarlógini, staðfestir Jákup Sverri Kass.
MFS arbeiðir í løtuni við at fáa ein datagrunn, har tað ber til at síggja, hvørjir føroyingar lesa uttanlands. Hvar teir lesa, hvat teir lesa og hvussu nógv teir hava eftir. Á hendan hátt skal tað bera til hjá føroyskum fyritøkum at finna møgulig framtíðar starvsfólk, sum tey so kunnu seta seg í samband við. Hendan ætlanin er tó ikki komin so langt enn.
Venja seg við frástøðuna
Í Føroyum verður ofta ført fram, at tað helst ikki skal taka ov langa tíð at koma til arbeiðis. Men tá so fólk flyta uttanlands, kann tað gerast neyðugt at koyra í ein ella tveir tímar fyri at koma til arbeiðis ella í skúla.
- Tað er typiskt fyri føroyingar at aftra seg orsakað av frástøðu, heldur Jákup Sverri Kass og vísir samstundis á, at í takt við útbyggingunum av vegakervinum í Føroyum, áttu føroyingar at vant seg við at ferðast meiri aftur og fram til arbeiðis. Harafturat ger tøknin í dag, at fólk ikki altíð noyðast at siga á arbeiðsplássinum. Og tað heldur Jákup Sverri er ein stórur fyrimunur. Serliga tá tað kemur til gransking.
- Føroyingar áttu at notið ágóðan av øðrum, slær hann fast.
Hann heldur, at tað ræður um hjá føroyingum at finna nøkur ting, sum føroyingar eru dugnaligir í og so ment vitanina við at fingið útlendskar granskarar til Føroya.
- Ein tílíkur granskar í til dømis fiskivinnu kundi so verið á einum granskingardepli í Føroyum og oyst av sær sínar royndir innan eitt ávíst økið, vísir Jákup Sverri á.