Framskundað ætlanina at gera langhyl í Havn

Nýggj nevnd er vald at fyrireika arbeiðið

Nú skal ferð setast á arbeiðið at gera ein 50 metra langhyl í Havn.

 

Tað samtykti Tórshavnar Býráð samtykt í kvøld.

 

At byggja langhyl í Havn er ein gomul ætlan, men málið hevur ligið í dvala í longri tíð. Men á býráðsfundi í kvøld hevur býráðið samtykt at velja eina nýggja bygginevnd, sum skal fyrireika arbeiðið.

 

Nevndin skal kanna  tørvin á eini nýggjari svimjihøll og gera sær metingar um, hvar hon skal vera.

 

Tað er Elin Lindenskov, sum er forkvinna í nevndini, og umframt hana, umboðar Annfinn Brekkstein býráðið í nevndini. Men harumframt skulu umboð fyri umsitingina eisini vera í nevndini.

 

Á fíggjarætlanini fyri í ár hevur býráðið sett 10 milliónir av til 50 metra langhyl, men tað er verri enn so nóg mikið, so skal nýggj svimjihyl gerast, skal væl meiri til av peningi.

 

Meiri um sama mál um ein hálvan tíma: Jógvan Arge tveittur úr nevndini